FÍGGJARLÓGARVIÐGERÐIN hesaferð var eitt stórt vónbrot. Og hesum eigur eingin annar enn núsitandi landsstýri sína fullu ábyrgd av. Gamaní at menn skulu venja seg til nýggju stýrisskipanina. Men hetta er so eingin undanførsla. Tí nøkur viðurskifti eru so grundleggjandi í landsstýrisarbeiðinum og ikki minst í smíðanini av einum fíggjarlógaruppskoti, at tað átti ikki at komið fyri, at landsstýrismenn hvør í sínum lag brigda hvønn annan fyri ikki at hava røkt sítt arbeiði til lítar.
EFTIR okkara tykki eru úttalilsini hjá landsstýrismonnunum móti hvørjum øðrum so avdúkandi, at tað einasta rætta var, at samgongan tók avleiðingarnar og legði frá sær. Hvar í allari víðu verð kundi tað hent, at fyrst fíggjarmálaráðharrin leggur eftir sínum medráðharrum fyri at hava sovið í tímanum og fyri at hava verið ábyrgdarleysir - og harnæst hinir ráðharrarnir leggja fíggjarmálaráðharran undir at hava gjørt eitt makkverk av einum fíggjalógaruppskoti!!!
JÚST orsakað av manglandi kommunikatiónini og samarbeiðinum í Tingnesi fingu eina ambuteraða fíggjarlógarviðgerð. Tá hvør landsstýrismaður í sínum lag kemur í tingið við sínum uppskotum til íløgur og einki av hesum er viðgjørt av samgonguni áðrenn, hvussu skal tað so verða statt við orðaskifitnum! Handfaringin av fíggjarlógararbeiðinum í Tinganesi - og her eru allir landsstýrismenn inklusiv løgmann sekir - er skúladømi um vánaligt arbeiði og tað er í veruleikanum at halda bæði tingmenn og Føroya fólk fyri gjøldur og tað turra spott.
TÍ orðaskifti um fíggjarlóg eigur at kunna byggja á nøkur gjøgnumarbeidd uppskot, sum aftur eru partur av einum heildarpolitikki.
ÚRLSITIÐ var so eitt sætt pinkpong við glósum og glepsum frá tingmonnum, hvør móti øðrum. Ein gjørdi sær dælt av tí. Finnbogi Ísakson lat ikki sjóvarfallið fara av sær men gjørdi av at bakka upp tey uppskot, sum kundu ganga høvuðsstaðarøkinum og her nevndi hann m.a. Tórsvøll og síðani flogvøll.
EIN samgonga má og skal kunna prioritera sínar íløgur og ikki lata hesar gerast til høvuðsevni í einum ósakligum orðaskifti. Nettup tí at samgongan ikki hevði sett upp, hvørjar íløgur hon metir verða mest átrokandi, fingu vit ein dialog millum bygd og bý.
TÓRSVØLLUR er ein áhugverdur og týðandi spurningur at viðgera, men okkurt er galið, tá hann fær tingmenn heilt at gloyma týdningin av at útbyggja landssjúkrahúsið. Sjálvandi átti samgongan at prioriterað sínar íløgur, soleiðis at ein íløguætlan varð gjørd fyri komandi árini. Eftir okkara tykki eigur eitt nú landssjúkrahúsið at hava hægsta prioritet. Heldur enn flytingar eigur sjúkrahúsið at verða bygt út.
VIT halda, at Tórsvøllur eigur at gerast. Tí halda vit tað vera burturvið, tá ávísir politikarar royna at føra hetz á tingi móti hesi skilagóðu ætlan. Sjálvandi skulu vit hava eitt landssstadion í høvuðsstaðnum. Spurningurin er bara, hvussu hetta skal vera við í prioriteringini av íløgum. At tosað um forfylging og herferð móti teimum á Svangaskarði, tí ynski er um at fáa ein vøll í Havn, er púra burturvið. Og soleiðis kundi verið hildið fram. Latið okkum fáa ein meira yvirornaðan íløgupolitik, sum stingur út í kortið fyri fleiri ár fram.










