- Eg fari undir øllum umstøðum á ólavsøku, tí eg haldi altíð tjóðarhátíðina, men møguliga verður tað við Gróthúsvatn hesaferð, sigur Ólavur Jøkladal, sum saknar eina nógv breiðari ólavsøkuhátíð

Møtti Jesusi ólavsøkumorgun

- Tað var við Áirnar, at eg møtti Jesusi úr Nazaret sjálvan ólavsøkumorgun. Hetta hevur myndað alt mítt lív, sigur Ólavur Jøkladal, sum heldur, at ólavsøkan eisini átti at rokkið út um Havnina 

 

- Eg fari undir øllum umstøðum á ólavsøku, tí eg haldi altíð tjóðarhátíðina, men møguliga verður tað við Gróthúsvatn hesaferð, sigur Ólavur Jøkladal, sum saknar eina nógv breiðari ólavsøkuhátíð

Fert tú á ólavsøku í ár?  

- Á ólavsøku fari eg undir øllum umstøðum, tí eg haldi altíð tjóðarhátíðina, men møguliga verður tað við Gróthúsvatn hesaferð.

Soleiðis sigur Ólavur Jøkladal. 

Plagar tú at vera á ólavsøku? 

- Fyri tað mesta eru vit í Havn á ólavsøku, men eg kann eisini halda tjóðarhátíðina saman við Ásu onkra aðrastaðni í Føroyum. 

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?  

- Samanhaldið - at vit lata okkum í tjóðbúnan, ganga ein túr oman á Vaglið, eru saman við familjuni, møta fólki og helst vitja onnur í vertskapi. Tað er sera hugnaligt. 

Ólavur Jøkladal sigur, at tey eisini fara til allar listaframsýningar og konsertir, sum eru á ólavsøku. 

Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni? 

- Ja, eg sakni eina nógv breiðari ólavsøkuhátíð. Sum smádrongur skilti eg ongantíð, at eg skuldi ganga gerandisklæddur uppi í Lítlubrekku, tá tað var tjóðardagur føroyinga. 

Ólavur vísur á, at hóast hann hevur stjórnað sangin “Tórshavn” á Tinghúsvøllinum ólavsøkumorgun, so kundi hann hugsað sær, at ólavsøkan eisini var sjónlig handan Sandvíkarhjalla, tí ólavsøkan er meira enn Havnin. Hon er tjóðarhátíð føroyinga. 

- Tað kundi verið við einari hámessu í Christianskirkjuni og eini aðrari í Vágs kirkju umframt hana, sum er hin “almenna” í dómkirkjuni.

Hann sigur, at hesar nýtast ikki at verða samstundis. 

- Eg sakni eisini eitt brak av einari klassiskari konsert í Hoyvík, sakni eina lítla konsert við einum vokal-ensembli í Kirkjubømúrinum ella í Ólavskirkjuni, og mangt annað kundi verið gjørt nærindis. 

Ólavur heldur, at á hesum øki vantar okkum hugflog. 

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar? 

- Ja, tað var við Áirnar í 1965, at eg møtti Jesusi úr Nazaret sjálvan ólavsøkumorgun, og hetta hevur myndað alt mítt lív síðan. 

Og hann leggur aftrat: 

- Tað hevur eisini verið stórt - ólavsøkumorgun í 2014, har mítt høvuðsverk - Sálmur 42 “Sum hjørtur hyggur tráandi” - hevur verið framført við kóri. At sita har saman við dóttrini – ja, tað var ein serstøk uppliving. 

Ólavur Jøkladal leggur aftrat, at tað var eisini ein serstøk uppliving hjá honum í 2016 at stjórna Ólavsøkukórinum.

- Hetta var ein sera rørandi løta fyri meg, har tú kennir teg sum eitt við kórið og sum eitt við alt fólkið hesa undursomu løtu, sum eg so mangan havi verið við til, leggur hann aftrat.

 

- Eg fari undir øllum umstøðum á ólavsøku, tí eg haldi altíð tjóðarhátíðina, men møguliga verður tað við Gróthúsvatn hesaferð, sigur Ólavur Jøkladal, sum saknar eina nógv breiðari ólavsøkuhátíð