NÚ má okkurt henda

.

Vit hava brúkt nógv pláss í blaðnum og á hesum stað uppá ætlaða tilfeingisdepilin í Fuglafirði. Hetta tí at vit halda, at væntandi støðutakanin og áhugin hjá sitandi landsstýri fyri hesum stórmáli, er einki minni enn ein skandala fyri land okkara.


AT hugsa sær, at vit í Fuglafirði eiga eitt virki og dugnalig fólk, sum nú í meira enn 30 ár hava arbeitt pelagiskan fisk og sum nú í longri tíð hava ynskt at útbyggja møguleikarnar fyri at troyta fiskasløgini eitt nú sildina, sum svimur framvið oyggjum okkara - og hesi so als ikki verða hoyrd. Tað líkist ongum.


ALT hetta málið er ein stór skomm fyri okkara stýrandi politikarar. Hvussu kann ein løgmaður í eini ólavsøkurøðu taka júst hetta málið fram og rósa teimum, sum standa aftanfyri og eggja teimum til at halda fram, tá sami maður í Tinganesi antin setir fót fyril málinum ella letur tað sleppa at sovna!


NÚ er nokk tosað og skrivað. Nú má og skal nakað henda. Landsstýrið hevur at fáa málið í fíggjarnevndina við tað sama og seta tað í verk, soleiðis at havnin kann verða útbygd og sum so aftur kann skapa fortreytir fyri tí stóru vinnulívsætlan, sum fuglfirðingar hava.


TAÐ er longu ov seint segði ein av veter-anunum á Havsbrún, tá Sosialurin tosaði við hann herfyri. Eftir at hava arbeitt á virkinum í 30 ár var hann skelkaður av tí viðferð, sum landsins kosnu menn geva eini vinnulívsætlan - somu menn, sum aftur og aftur søknast eftir skilagóðum vinnulívsætlanum, og sum ikki bara leggja trýst á verandi botnfiskastovnar. Sildin er komin aftur og hevur longu svomið framvið strendur okkara í fleiri ár - uttan at vit hava havt møguleika at fáa hana til høldar á besta hátt. Fuglafirðingar hava rópt varskó til Tinganesi øll hesi árini, men har hevur eingin lurtað - við tí úrsliti, at silvurið, sum vit hava í hondunum, fer millum fingrarnar.


NÚ hevur so løgmaður biðið Sámal Petur í Grund fara í Fíggjarnevndina við málinum. Her stendur ein positiv andstøða við javnaðarflokkinum og tjóðveldisflokkinum í hurðini og bjóðar sína hjálp. Eftir øllum at døma kemur gongd á nú. Eftir stendur bert spurningurin: hvussu í allari víðu verð kann tað bera til, at eitt sokallað borgarligt landsstýrið, sum sigur seg vera trygdin - garanturin - hjá vinnulívinum í landinum - kann forplumra og missa á gólvið eina so áhugaverda og álvarsliga vinnulívsætlan sum hesa! Hetta hava hvørki fuglfirðingar ella alt Føroya fólk uppiborið. Og tá hugsað verður um, at løgmaður, formaðurin í tingbólki sambandsfloksins, tingformaðurin, landsstýrismaðurin Sámal Petur í Grund, allir sum ein eru valdir at umboða Eysturoynna. Her er okkurt, sum ikki ruggar rætt. Og tað fara hesir góðu menn helst at ásanna til komandi val.