Soltið við spælitíð til føroyingarnar í Allsvenskuni

Mjällby vann og Västerås tapti

Mynd: Mjällby

Áki D. Samuelsen slapp á vøllin í 82. minutti, tá Mjällby í dysti á útivølli vann stórsigur 4-1 (3-0) á Degerfors í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni. Tá Áki kom á vøllin var støðan 3-1.

 

Mattias Hellisdal slapp ikki á vøllin, tá Västerås á heimavølli tapti 0-1 (0-0) fyri GAIS.

 

Mjällby er aftaná eina trilvandi byrjan fjórðfremst í deildini við 13 stigum. Teir hava trý stig upp til oddaliðið, Sirius úr Uppsala, ið sensasjónelt er fremst í deildini.

 

Västerås er fimtaftast við átta stigum. 

 

Komandi hósdag klokkan 14 hevur Mjällby dyst á heimavølli móti Hammarby. Sunnudagin 17. mai klokkan 15.30 hevur Västerås dyst á heimavølli móti AIK Stockholm. 

 

Mynd: Mjällby