Vágoyggin má ikki sleppast upp á fjall

Vilja vit hava at tað skulu vera búpláss uttan fyri miðstaðarøkið, so mugu vit øll eisini solidariskt verða við til at halda lív í hesum

VÁGAFÓLK og her serstakliga miðvingar eru í sera ringum skørum í hesum døgum. Og tað hava teir alla grund til. Fyrst gitingarnar og nú boðini um, at virkið í Miðvági skal lata, eru einki minni enn ein vanlukka fyri bygina og oynna alla.


TAÐ er leiðslan í Fiskavirking og í Framtaksgrunnurin, sum eftir øllum at døma hava mett, at tað loysir seg ikki at hava virkið í Miðvági gangandi. Tað er rætt og slætt ikki økonomiur í tí meira. Hetta er tað vit frætta, men vit frætta so eisini, at júst virkið í Miðvági hevur koyrt væl. Gott hevði tí verið at fingið meira greitt at vita, hvat tað er, sum liggur aftanfyri avhøvdingina av virkinum. Stjórin í Fiskavirking segði við fjølmiðlarnar í vikuni, at fyritøkan kundi ikki reka sosialpolitikk.


EFTIR okkara tykki ber ikki til bara at standa og hyggja at, meðan virkið verður stongt og fólkið koyrt til hús. Sjálvandi ber tað ikki til at hava eitt virki gangandi, um eingin fiskur er. Men soleiðis sum vit hava skilt málið, er tað ikki júst trot á fiski, sum er orsøkin, til at virkið má stongja. Heldur man hetta hava nakað við heildar strategiina og -filsofiina hjá Fiskavirking bert at hava kanska eini fýra virki gangandi. Um so er, tá eiga fólkini á plássini at fáa virkið fyri eina upphædd, sum tey klára at rinda.


Í okkara verð eigur tað almenna í Føroyum at vera við til at seta í gongd og eisini halda lív í vinnuvirksemi, har hetta kann gerast lønandi í longdini. Okkara samfelag er soleiðis háttað, at gongur tú bert út frá profitt og 100% út frá fríum marknaðarbúskapsprincippum, tá kvettir tú eisini lívæðrina til ein stóran part av Føroyum av. Vit vilja varðveita búpláss uttan fyri miðsteðarøkið og tí mugu vit solidariskt vera við til at halda lív í hesum økjum. Hetta kann m.a. vera gjørt við eini ?Sandoyarætlan? fyri Vágoynna.


UNDIR øllum umstøðum mugu tað ikki verða lagdar forðingar í vegin fyri, at kommunur og landið kunnu stuðla virkseminum í eini bygd. Og er tað so, at vit við teimum avtalum, sum eru gjørdar við danir, forða eitt nú kommunum og lokalsamfelagnum at seta pengar í vinnulív, so má hetta broytast. Søgan endurtekur seg. Vit síggja, hvussu avtalan við danir forðar fyri eini neyðugar havnaútbygging í Fuglafirði. Tað kann ikki vera nøkur meining í at gera avtalur við danir, sum seta forðingar fyri hjá tí almenna at skapa tær neyðugur fortreytirnar fyri einum mennandi vinnulívi.


VIT mugu heldur ikki gloyma, at miðvingar hava skip, sum avreiðir til virkið. Tað er rætt, at tað ber ikki til at hava øll tey gomlu flakavirkini koyrandi. Men tað ber heldur ikki til at geva fríu marknaðarmekanismum so frítt spæl, at hetta førir til avtoftin av einum stórum parti av landinum. Hvat tú enn velur at halda er rætt og best, so er tann uppbyggjandi dialogurin tað allar týdningarmesta.