Til arbeiðis: Skuldi venja seg við arbeiðið á virkinum

Á Vaðhorn á Strondum eru fleiri starvsfólk, sum komu, tá virkið á Eiði stongdi. Ein teirra er Hanna Sofía Samuelsen.

Hanna Sofía Samuelsen hevur starvast á Vaðhorn síðani 2018.

 

Tá fór til arbeiðis á Vaðhorn fyrstu ferð, hevði hon ikki roynt at arbeiða á fiskavirki áður, og tí var hetta nakað hon skuldi venja seg við. Men tað gekk ikki long tíð, til at Hanna Sofía Samuelsen treivst í arbeiðinum.

 

– Eg hevði ongantíð sæð, hvussu tey arbeiddu við fiski fyrr, men aftaná tvær vikur dámdi mær tað ordiliga væl.

 

##med2##

 

Hon byrjaði á Vaðhorn á Eiði. Í januar 2019 stongdi virkið á Eiði, og starvsfólkini blivu flutt til Strendur at arbeiða. Tey vóru 25 fólk, sum fingu bjóðað starv á Strondum, næstan øll tóku av, eisini Hanna Sofía Samuelsen. Aftur hesaferð skuldi hon venja seg við nýggjar umstøður, tí arbeiðið á Eiði var nakað øðrvísi enn tað er á Strondum. Tey vóru færri fólk, og tað kendist sum vóru tey ein lítil familja, men starvsfólkini av Eiði blivu væl móttikin á Strondum, og tí kendist tað beinanvegin gott at koma inná virkið á Hulki.

 

Les samrøðu við Hannu Sofíu Samuelsen í Sosialinum 

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##