Ákæruvaldið kærir ikki dómin í Føroya rætti, sum fríkendi teir báðar ákærdu fyri eldsbrunan í AA-húsunum á Tinghúsvegnum. Tað skrivar Kringvarp Føroya í dag. Sambært Kringvarpinum sigur Martin Gravesen [...] varafúti, at ákæruvaldið góðtekur dómin í Føroya Rætti og fer ikki at kæra dómin. Dómurin í Føroya Rætti staðfesti, at eldurin var ásettur, men dómarin metti ikki, at ákæruvaldið hevði prógvað, at tað vóru [...] vóru DNA-spor, sum vóru funnin í húsinum og uttan fyri húsið, men Føroya Rættur vísti á, at hesi sporini kundu vera gomul, tí hesin ákærdi javnan hevði verið á AA-fundum í AA-húsinum. Teir báðir ákærdu
in.fo á býráðsfundi í Havn: Tórshavnar býráð hevur júst samtykt, at eingin framhaldsdeild verður skipað í Sankta Frans skúla í ár. Harafturímóti skal ein nevnd setast við umboðum fyri skúlastýrini, sum [...] miðbýarskúli kann skipast í Havn við Sankta Frans skúla sum miðdepli. Helena Dam á Neystabø bar eisini boð frá Mentamálaráðnum um, at tað ber ikki til at skipa eina framhaldsdeild í Sankta Frans skúla sum [...] fram um at eina royndarskipan við framhaldsdeild í Sankta Frans skúla, men tað uppskotið kom ikki til atkøvðugreiðslu. Níggju úr samgongan stóðu saman um ikki at broya skúlabygnaðin: Seks úr Javnaðarflokkinum
eyga við støðuni í Sýria, boðað frá, at minst 22 fólk vóru deyð í álopinum. Umframt tey mongu deyðu eru í minsta lagi 27 ólk særd, verður lagt afturat. Dagsins álop fór fram í einum býi í norðra parti av [...] Í minsta lagi 35 fólk doyðu í dag av eini bumbu, sum varð løgd í ein tangabil í norðraparti av Sýria. Tað upplýsir tyrkiski verjumálaráðharrin sambært Reuters. Stutt frammanundan hevði Sýrsika Observatorii [...] marknaðarplássi í Afrin-landspartinum, verður sagt. Enn er ikki greitt, hvør framdi álopið. Statsliga turkiska tíðindastovan Anadolu lýsir tað sum eitt »yvirgangsálop«. Fleiri upplýsingar eru ikki fáa, heldur
var guðstænasta í kirkjuni í Vollsmose í Odense, men allir teir 325 stólarnir í kirkjuni stóðu tómir. Men hetta var ikki nakað nýtt, tíð soleiðis var tað 48 av teimum 52 sunnudøgunum í fjør, skrivar Fyens [...] skulu vera tvær guðstænastur í kirkjuni hvønn sunnudag, men hesum tekur biskupurin, Kresten Drejergaard, ikki undir við. -Tað er at spilla pengarnar burtur, og tað er heldur ikki gott fyri umdømið hjá kirkjuni [...] alla aðrastaðni í samfelagnum, sigur biskupurin við blaðið. Hann ásannar, at hann kundi havt gjørt okkurt við málið fyrr, tí í einum brævi herfyri fekk hann at vita frá kirkjuráðnum, at í veruleikanum hevur
yvirskot, men so var ikki í 2021, ið vísir eitt hall upp á 5,4 milliónir krónur. – Orsøkirnar eru ymiskar, men tað er serliga korona, skipan av akademinum og at besta mansliðið ikki megnaði at vinna sær [...] sær víðari luttøku í Conference League seinasta summar, sigur KÍ á heimasíðu síni. – Hinvegin vunnu bæði Betri menn og kvinnur FM, og tað merkir, at tey skulu spæla í Champions League í summar. Hendan luttøka [...] luttøka útvega felagnum inntøkur, ið hava við sær, at hall ikki verður í roknskapinum komandi ár. Nevndin heldur fram og sær soleiðis út. Tummas Lervig, Formaður Rúni Heinesen, Næstformaður Hilmar Danielsen
funnið salmonella í hundakrási. Hundar kunnu ikki gerast sjúkir av salmonella, men sagt varð, at fólk vóru í vanda fyri at verða smittað, tá tey góvu hundinum hundakrás, um tey ikki ansaðu væl eftir r [...] reinførinum. Plantudirektoratið fann salmonella í einum triðingi av øllum hundakrási, sum tey kannaðu seinasta kvartal í fjør. Í teimum flestu førunum var talan um útlendskt hundakrás, serliga týskt. Ein [...] Ein av teimum stóru føroysku innflytarunum av hundakrási er Miklagarður í Havn. Tey hava nú fingið trygd fyri, at einki er í vegin við teirra hundakrási, sum kemur frá donsku fyritøkuni Chrisco. Fyri tveimum
boð, sum løgreglan fekk í gjár frá fólkum, sum vitjaðu í Viðarlundini í Havn. Boðini vóru, at tey høvdu sæð eina livandi slangu. Hon hevði appelsingult mynstur, og tey væntaðu í fyrstu syftu, at talan var [...] funnið. Ikki er greitt, hvat slag av slangu, talan er um. Og greitt er heldur ikki, um tað er onkur, sum hevur mist hana, ella um hon er slept út í Viðarlundina. Men aktingarmaður veit um onkran í grannalagnum [...] m, sum hevur slangu, so hann skuldi kanna, um tey kanska kennast við hana. Annars hevur løgreglan ikki frætt meira um málið.
um nakað mál verður skrivað. Klokkan hálvgum átta í morgun varð boðað frá klandri í einum bústaði í Havn. Talan var ikki um harðskap, men um eina heldur harðliga ósemju. Ein persónur, sum hevði fingið boð [...] Klokkan 4.15 í nátt varð boðað frá, at ballada var millum nakrar persónar á einum pizzaria í Havn. Løgreglan fór á staðið, og í dag verður fylgt upp, um hetta bara skala metast sum ein ósemja, ella um [...] á dyr, tí hann var so álótaður, vildi ikki fara, og tí stóðst rok av honum. Løgreglan kom á staðið og tosaði við mannin, sum tó var sera ólátaður. Hann vildi ikki siga, hvør hann var og var sera ófólkaligur
Løgreglan fekk í nátt fráboðan um, at eldur var í einum lítlum arbeiðsbili við Betongvirkið í Froðba. Vaktleiðarin sigur, at tey vita ikki enn, hví eldur kom í bilin, men at tað ofta vísir seg hesa tíðina [...] tíðina, at fuglar reiðrast í motorrúmum á bilum, sum hava staðið eina tíð. Men enn vita tey ikki, um tað kann vera orsøkin. Eldurin verður kannaður nærri, sigur vaktleiðarin. Í gjárkvøldið varð boðað frá [...] Oyrarbakka, so sum vit boðaðu frá her á síðuni í gjárkvøldið. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tað var ein bussur, sum hevði likið olju, men at tað var ikki so nógv kortini, sum av fyrstan tíð hildið
íkomin, eftir at tað er vorðið greitt, at KÍ í steypadystinum í Gundadali 20. mars ímóti Fram nýtti tríggjar spælarar, sum ikki høvdu pappírini at spæla fyri KÍ í lagi. Talan er um Heðin á Lakjuni, Høgna Madsen [...] nýtast sum præcedens ella fyridømi, sigur formaðurin í kappingarnevndini. Seinni í hesi vikuni verður væntandi endalig avgerð tikin í málinum. Formaðurin í kappingarnevndini sigur, at nevndin fer at ráðføra [...] Klaksvíkingar hava síðani 2. páskadag, tá ið teir í fyrsta umfarinum í landskappingini vunnu ímóti HB, verið í góðum fótbóltshýri. Men nú hava teir fingið eitt skot fyri bógvin, og tað skotið hava teir