KÍ hevði 5,4 milliónir í halli í fjør

Undirskotið var stórt hjá føroyameistarunum í fjør

Nevndin í KÍ (Mynd: Ki.fo)

Á fundinum varð roknskapurin 2021 lagdur fram fyri limum felagsins, og hann varð góðkendur.

 

Seinastu nógvu árini hevur roknskapurin hjá KÍ víst stór yvirskot, men so var ikki í 2021, ið vísir eitt hall upp á 5,4 milliónir krónur.

 

– Orsøkirnar eru ymiskar, men tað er serliga korona, skipan av akademinum og at besta mansliðið ikki megnaði at vinna sær víðari luttøku í Conference League seinasta summar, sigur KÍ á heimasíðu síni.

 

– Hinvegin vunnu bæði Betri menn og kvinnur FM, og tað merkir, at tey skulu spæla í Champions League í summar. Hendan luttøka útvega felagnum inntøkur, ið hava við sær, at hall ikki verður í roknskapinum komandi ár.

 

Nevndin heldur fram og sær soleiðis út.

 

  • Tummas Lervig, Formaður
  • Rúni Heinesen, Næstformaður
  • Hilmar Danielsen, Kassameistari
  • Rói Clementsen, Samskifti
  • Kaj Dam, Betri Menn
  • Jákup Eydnugarð, Sponsorar
  • Eyðstein Poulsen, Akademi

 

(Kelda: Ki.fo)

 

Nevndin í KÍ (Mynd: Ki.fo)