Klaksvíkingar hava síðani 2. páskadag, tá ið teir í fyrsta umfarinum í landskappingini vunnu ímóti HB, verið í góðum fótbóltshýri. Men nú hava teir fingið eitt skot fyri bógvin, og tað skotið hava teir fyrst og fremst sjálvir skuldina av.
Á fundi týsdagin viðgjørdi kappingarnevndin hjá FSF støðuna, sum er íkomin, eftir at tað er vorðið greitt, at KÍ í steypadystinum í Gundadali 20. mars ímóti Fram nýtti tríggjar spælarar, sum ikki høvdu pappírini at spæla fyri KÍ í lagi. Talan er um Heðin á Lakjuni, Høgna Madsen og Hjalgrím Elttør. KÍ hevur fyri langari tíð síðani gjørt sáttmála við teir allar tríggjar fyri hetta kappingarárið. Men KÍ hevur ikki, soleiðis sum tað áliggur teimum at gera í sovornum førum, syrgt fyri, at spæliloyvini eru komin til Klaksvíkar, og tað er álvarsamt.
KÍ vann 7-1 ímóti Fram, men nú er møguleiki fyri, at sigurin fer at gleppa teimum av hondum, og at tað í staðin fyri KÍ verður Fram, sum í fjórðingsfinaluni skal eiga heimavøll ímóti B68.
Formaðurin ivast
Bjarki Mohr er formaður í kappingarnevndini hjá FSF. Hann váttar, at nevndin hevur viðgjørt málið á fundi. Men nevndin hevur ikki enn tikið avgerð í málinum.
-Talan er um trupult mál, tí KÍ hevur ikki roynt at snýta nakran. Tað snýr seg snøgt sagt um eitt stórt menniskjaligt mistak, har felagið hevur gloymt at senda loyvisbrøvini til góðkenningar hjá FSF. Øll vita, at teir tríggir ólógligu spælararnir eru fluttir til KÍ í vetur, og gomlu feløgini hava leysgivið teir, sigur Bjarki Mohr.
Formaðurin í kappingarnevndini sigur seg ikki duga at síggja, at tað tænir nøkrum ítróttarligum endamáli, at KÍ verður dømt at tapa dystin, og hann sigur eisini, at lógirnar hesum viðvíkjandi kunnu tulkast soleiðis, at tað veldst um orsøkina til, at ólógligir spælarar verða nýttir.
- Vit hava eisini dømir frá fyrr av, at feløg hava mist FM, tí at eftirnavnið á einum spælara hevur verið skrivað skeivt á dómaraseðli. Eg haldi, at tað er fullkomiliga burturvið, at lógirnar skulu tulkast so fýrakantað. Eg havi frætt, at UEFA onkuntíð í líknandi málum við ólógligum spælarum hevur dømt bót til felagið heldur enn at revsa ítróttarliga. Tað ætli eg mær at kanna, tí so kann tað nýtast sum præcedens ella fyridømi, sigur formaðurin í kappingarnevndini.
Seinni í hesi vikuni verður væntandi endalig avgerð tikin í málinum. Formaðurin í kappingarnevndini sigur, at nevndin fer at ráðføra seg við løgfrøðing, áðrenn endalig avgerð verður tikin.
- Tað er ein møguleiki, at KÍ verður dømt at tapa dystin og harvið verður tveitt úr steypakappingini, men eg haldi sjálvur, at tað hevði verið rættast heldur at revsað umsitingarliga, tí KÍ hevur ikki roynt at snýtt nakran. Men tað er altavgerandi, hvussu løgfrøðisligi ráðgevin hjá okkum tulkar lógirnar, sigur Bjarki Mohr.
Sosialurin royndi eisini at fáa fatur á leiðsluni í KÍ, men hetta eydnaðist okkum tíverri ikki, men vónandi eydnast tað okkum at fáa viðmerkingar frá teimum til blaðið í morgin.