Livandi slanga í Viðarlundini í Havn

Aktingarmaðurin fór at leita, men fann einki

 

Tað vóru eini heldur sjáldsom boð, sum løgreglan fekk í gjár frá fólkum, sum vitjaðu í Viðarlundini í Havn. Boðini vóru, at tey høvdu sæð eina livandi slangu.

Hon hevði appelsingult mynstur, og tey væntaðu í fyrstu syftu, at talan var um eina vatnslangu. Men sóu skjótt, at tað var altso ein livandi slanga. Og so vóru tey so snúin, at tey tóku mynd av slanguni og boðaðu løgregluni frá.

Aktingarmaðurin hjá Tórshavnar kommunu fór síðani at leita, men einki varð funnið. Ikki er greitt, hvat slag av slangu, talan er um. Og greitt er heldur ikki, um tað er onkur, sum hevur mist hana, ella um hon er slept út í Viðarlundina. Men aktingarmaður veit um onkran í grannalagnum, sum hevur slangu, so hann skuldi kanna, um tey kanska kennast við hana.

Annars hevur løgreglan ikki frætt meira um málið.