Í minsta lagi 35 fólk doyðu í dag av eini bumbu, sum varð løgd í ein tangabil í norðraparti av Sýria.
Tað upplýsir tyrkiski verjumálaráðharrin sambært Reuters.
Stutt frammanundan hevði Sýrsika Observatorii fyri Mannarættindi, sum heldur eyga við støðuni í Sýria, boðað frá, at minst 22 fólk vóru deyð í álopinum.
Umframt tey mongu deyðu eru í minsta lagi 27 ólk særd, verður lagt afturat.
Dagsins álop fór fram í einum býi í norðra parti av Sýria, sum sýrisk uppreistrarfólk hava ræði á, sum eru stuðlað av Turkalandi.
Minst seks av teimum deyðu eru turkiskt stuðlar uppreistrarfólk.
Tangabilurin sprongdist á einum marknaðarplássi í Afrin-landspartinum, verður sagt.
Enn er ikki greitt, hvør framdi álopið.
Statsliga turkiska tíðindastovan Anadolu lýsir tað sum eitt »yvirgangsálop«. Fleiri upplýsingar eru ikki fáa, heldur ikki um keldurnar hjá tíðindastovuni.
/ritzau/AFP