Beint fyri klokkan 05 í morgun hendi eitt ferðsluóhapp á Velbastaðháls við níggju fólkum í tveimum bilum.
Vaktleiðarin sigur, at óhappið hendi á leiðini, har lítla tjørnin liggur beint norðanfyri landsvegin, og har vegurin suðureftir hevur eina lítla snaring.
- Tað var rættiliga hált á leiðini, har tveir bilførarar møttust, og annar misti tamarhaldið og koyrdi inni í síðuna á mótkoyrandi bilinum.
Løgregla og sjúkrabilar vórðu send á staðið, og tað vísti seg, at her vóru ávikavist fimm og fýra fólk á hvørjum av bilunum.
- Nøkur fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið, og løgreglan tók sær av at koyra onnur av staðnum.
Vaktleiðarin visti ikki at siga í morgun, hvussu tey, sum endaðu á Landssjúkrahúsinum, høvdu tað, og um hvørjir møguligir løstir vóru.
Tað var rættiliga hált á leiðini, har ferðsluóhappið hendi.
- Løgreglufólk, sum komu á staðið, søgdu, at her var neyðugt at koyra varliga, sigur vaktleiðarin.
Sum skilst, fingu báðir bilarnir rímiliga stórar materiellar skaðar í óhappinum.
- Tað er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman á hesum vegastrekki, men sjálvsagt skal altíð koyrast eftir umstøðunum, og her var bæði hált og myrkt.
Spurd, um bilarnir vóru skøddir samsvarandi teimum koyrilíkindum, sum vóru á hesum vegastrekki í morgun, sigur vaktleiðarin, at tað sigur søgan einki um.
Hetta framgongur ikki í samdøgurfrágreiðingini, men verður ivaleyst ein partur av kanningararbeiðnum hjá løgregluni.
- Øll fólkini koma úr bilunum í ølllum góðum, og hetta vóru fólk á yngri árum, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.











