Býráðið samtykt í kvøld: Eingin framhaldsdeild í Sankta Frans skúla

in.fo á býráðsfundi í Havn: Tórshavnar býráð hevur júst samtykt, at eingin framhaldsdeild verður skipað í Sankta Frans skúla í ár.

Harafturímóti skal ein nevnd setast við umboðum fyri skúlastýrini, sum skal kanna, hvussu ein miðbýarskúli kann skipast í Havn við Sankta Frans skúla sum miðdepli.

Helena Dam á Neystabø bar eisini boð frá Mentamálaráðnum um, at tað ber ikki til at skipa eina framhaldsdeild í Sankta Frans skúla sum eina royndarskipan.

Men Tjóðveldi setti kortini uppskot fram um at eina royndarskipan við framhaldsdeild í Sankta Frans skúla, men tað uppskotið kom ikki til atkøvðugreiðslu.

Níggju úr samgongan stóðu saman um ikki at broya skúlabygnaðin: Seks úr Javnaðarflokkinum, trý úr Fólkaflokkinum og einasta umboðið hjá Sambandsflokkinum. Tey trý umboðini hjá Tjóðveldi - sum manna andstøðuna í Tórshavanr Býráð, og Elin Lindenskov úr Javnaðarflokkinum, vóru ímóti.