Á middegi seinasta sunnudag var guðstænasta í kirkjuni í Vollsmose í Odense, men allir teir 325 stólarnir í kirkjuni stóðu tómir. Men hetta var ikki nakað nýtt, tíð soleiðis var tað 48 av teimum 52 sunnudøgunum í fjør, skrivar Fyens Stiftstidende.
Kortini heldur kirkjuráðið fast um, at tað skulu vera tvær guðstænastur í kirkjuni hvønn sunnudag, men hesum tekur biskupurin, Kresten Drejergaard, ikki undir við.
-Tað er at spilla pengarnar burtur, og tað er heldur ikki gott fyri umdømið hjá kirkjuni at halda uppá, at vit skulu hava tvær guðstænastur, tá tað skal sparast alla aðrastaðni í samfelagnum, sigur biskupurin við blaðið.
Hann ásannar, at hann kundi havt gjørt okkurt við málið fyrr, tí í einum brævi herfyri fekk hann at vita frá kirkjuráðnum, at í veruleikanum hevur presturin í Vollsmose prædikað fyri tómari kirkju á middegi hvønn sunnudag tey seinastu 37 árini.