Ein av teimum stóru føroysku innflytarunum av hundakrási er Miklagarður í Havn. Tey hava nú fingið trygd fyri, at einki er í vegin við teirra hundakrási, sum kemur frá donsku fyritøkuni Chrisco.
Fyri tveimum vikum síðani kom fram, at danska Plantudirektoratið hevði funnið salmonella í hundakrási. Hundar kunnu ikki gerast sjúkir av salmonella, men sagt varð, at fólk vóru í vanda fyri at verða smittað, tá tey góvu hundinum hundakrás, um tey ikki ansaðu væl eftir reinførinum.
Plantudirektoratið fann salmonella í einum triðingi av øllum hundakrási, sum tey kannaðu seinasta kvartal í fjør. Í teimum flestu førunum var talan um útlendskt hundakrás, serliga týskt.
Ein av teimum positivu royndunum kom tó frá einum donskum framleiðara, men hetta er ikki Chrisco, sum Miklagarður fær sínar vørur frá.
Tí verða allar vørurnar frá Chrisco standandi á hillunum í SMS. Tær er púra tryggar.










