Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu svensku hondbóltsdeildini í kvøld.
Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby leiktu á útivølli javnleik 32-32 móti AMO. Arnar Birkir Hálfdansson javnaði fyri AMO til 32-32, tá bert fýra sekund vóru eftir av tíðini. Hallby var á odda 17-12 í steðginum, men tað haltaði í seinna hálvleiki.
Rói var við fimm málum saman við Oskar Hedvall næstbesti málskjúttin hjá Hallby. Rói legði eisini upp til trý mál (assist).
Hallby er nummar 11 í deildini við 12 stigum. Hallby hevur tvey stig upp til Alingsås, ið er á áttanda plássinum sum gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Júst Alingsås vann greiðan 29-20 sigur á Ísaki Vedelsbøl og hansara liðfeløgum í Sävehof. Fyri Ísak og liðfelagarnir var tað stórt vónbrot at tapa eina grannauppgerð á heimavølli. Í steðginum var Alingsås á odda 15-10.
Ísak skoraði trý mál.
Sävehof er nummar fimm í deildini við 17 stigum. Malmö er fremst við 24 stigum.











