Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at tað vísti seg at vera eldur í eini ventilatiónsskipan frá einum wc í húsinum.
Talan var helst um skamlop, og skaðin var avmarkaður, tí eldurin var í sjálvari ventilatiónsskipanini.
Seinnapartin í gjár vóru boð eftir løgregluni til húsaófrið. Hildið varð, at fólk vóru farin til hendurs. Men tað vísti seg tó ikki at hava so nógv upp á seg, og málið varð loyst við at tosa við fólkini, sigur vaktleiðarin.












