HM: Týskland er í fyrstu finaluni síðani 1993

Talan verður um fyrsta heiðursmerkið hjá Týsklandi síðani 2007

Mynd: Ritzau Scanpix

Frakland fer ikki at megna at vinna HM-gullið tær tryggjaðu sær í 2023, og Týskland er í fyrstu endaspælsfinaluni síðani 1993, tá tær í Noregi tryggjaðu sær HM-gullið.

 

Í Ahoy høllini í Rotterdam vann Týskland ein greiðan 29-23 sigur á fronsku favorittunum. Í steðginum vóru tær týsku á odda 15-12.

 

Í seinna hálvleiki megnaði Frakland í løtum at minka niður í tvey mál, men so drógu tær týsku frá teimum fronsku aftur. 

 

Antje Döll var toppskjútti hjá Týsklandi við níggju málum. Sarah Bouktit og Léna Grandveau vóru við fimm málum hvør toppskjúttar hjá Fraklandi. 

 

Klokkan 19.45 byrjar hin HM-hálvfinalan í Ahoy høllini millum vertstjóðina, Niðurlond og Noreg.

 

HM-Finalan verður leikt sunnudagin klokkan 17.30. Bronsudysturin verður leiktur klokkan 14.30.

 

Góða avrikið hjá Týsklandi við átta sigrum av átta møguligum, og serliga sigurin á einum sterkum fronsku liði setir føroyska avrikið móti Týsklandi í eitt gott ljós. Føroyar taptu í Dortmund 26-36 (14-20) fyri Týsklandi.

 

Seinast Týskland vann eitt endaspælsheiðursmerkið var HM-bronsuheiðursmerkið í 2007. 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix