Klandraðust í einum bústaði í Havn

Hóast ikki nógv fólk hevur verið í býnum í nátt, so hevur løgreglan havt nakað at gera

 

Klokkan 4.15 í nátt varð boðað frá, at ballada var millum nakrar persónar á einum pizzaria í Havn. Løgreglan fór á staðið, og í dag verður fylgt upp, um hetta bara skala metast sum ein ósemja, ella um nakað mál verður skrivað.

Klokkan hálvgum átta í morgun varð boðað frá klandri í einum bústaði í Havn. Talan var ikki um harðskap, men um eina heldur harðliga ósemju. Ein persónur, sum hevði fingið boð um at fara á dyr, tí hann var so álótaður, vildi ikki fara, og tí stóðst rok av honum.

Løgreglan kom á staðið og tosaði við mannin, sum tó var sera ólátaður. Hann vildi ikki siga, hvør hann var og var sera ófólkaligur.

– Hann liggur her og svevur rúsin av sær, kanska hann vil siga meira, tá hann vaknar, sigur vakthavandi á politstøðini.