Eldur í bili í Froðba

Nakað eftir midnátt varð boðað frá eldi í einum arbeiðsbili í Froðba

(savnsmynd)

Løgreglan fekk í nátt fráboðan um, at eldur var í einum lítlum arbeiðsbili við Betongvirkið í Froðba. Vaktleiðarin sigur, at tey vita ikki enn, hví eldur kom í bilin, men at tað ofta vísir seg hesa tíðina, at fuglar reiðrast í motorrúmum á bilum, sum hava staðið eina tíð. Men enn vita tey ikki, um tað kann vera orsøkin. Eldurin verður kannaður nærri, sigur vaktleiðarin.

Í gjárkvøldið varð boðað frá oljudálking á vegnum millum Skálabotn og Oyrarbakka, so sum vit boðaðu frá her á síðuni í gjárkvøldið.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tað var ein bussur, sum hevði likið olju, men at tað var ikki so nógv kortini, sum av fyrstan tíð hildið, so tað fordampaði burtur.

– Men tað verður sera hált, tá slíkt hendir, og tí varð boðað frá við áheitan á bilførarar um at vera á varðhaldi, sigur vaktleiðarin.

 

 

(savnsmynd)