Eldurin í AA-húsinum skal ikki í landsrættin

Ákæruvaldið kærir ikki dómin í Føroya rætti, sum fríkendi teir báðar ákærdu fyri eldsbrunan í AA-húsunum á Tinghúsvegnum

Ákæruvaldið kærir ikki dómin í Føroya rætti, sum fríkendi teir báðar ákærdu fyri eldsbrunan í AA-húsunum á Tinghúsvegnum. Tað skrivar Kringvarp Føroya í dag.

 

Sambært Kringvarpinum sigur Martin Gravesen, varafúti, at ákæruvaldið góðtekur dómin í Føroya Rætti og fer ikki at kæra dómin.

 

Dómurin í Føroya Rætti staðfesti, at eldurin var ásettur, men dómarin metti ikki, at ákæruvaldið hevði prógvað, at tað vóru teir báðir ákærdu menninir, sum høvdu sett eld á. Millum prógvini hjá ákæruvaldinum vóru DNA-spor, sum vóru funnin í húsinum og uttan fyri húsið, men Føroya Rættur vísti á, at hesi sporini kundu vera gomul, tí hesin ákærdi javnan hevði verið á AA-fundum í AA-húsinum.

 

Teir báðir ákærdu, ein 27 ára gamal og ein 30 ára gamal, vóru tí fríkendir fyri eldsbrunan.

 

Les eisini: Fríkendir fyri eldáseting

 

Les eisini: Ynskir tvey ára fongsulsrevsing