á hondum. Eliesar Poulsen sigur, at verður ein góður dagur aftur, er ætlanin at fara í Oynna einaferð at royna at taka hann. Tá er eisini ætlanin at hava byrsu við og at skjóta sum mest av tí, sum teir [...] í Sandvík. Hin orsøkin er, at tað nú er so nógvur vargur í Oynni, at teir hava sett sær fyri at fáa tiknan av og at fáa nýtt slag sett út. Tí høvdu teir gjørt seg út til at liggja nátt í Oynni, tá ið teir [...] og virðiliga markaður so at hann er lættur at kenna aftur. Men ætlanin er eisini at stika betri á Oynni, fyri at raksturin næsta ár skal ganga betri. Samstundis er avtalað, at hvør av eigarunum skal føða
heilsumál. Úrslitið er, at tað nú verður sagt um hana, at hon hevur fingið heilsu- og umhvørvismál inn á altjóða politiska pallin, og at tað hevur eydnast henni at fáa heimsins leiðarar at játta meiri pengar [...] dent á at fáa tamarhald á malaria-sjúkuni. Hon hevur roynt at vísa á, at sjúkan rakar ikki bert einstaklingar ella heil húski, men at hon eisini hevur stóra ávirkan á búskapin í fleiri londum, og at tað tí [...] áræði, dirvi, ídni og ógvuliga treisk, siga tey, sum lærdu hana at kenna. Sjálvt tey, sum tá høvdu hug at finnast at henni, siga nú, at hon hevur gjørt eitt gott arbeiði. Longu í byrjanini hevði hon sett
tað vænti eg, at eg fari at halda fram við. Eg havi so ongar ætlanir um at gera eina stovu ella kamar her, sigur hon og hevur hug at flenna. Hon leggur at enda afturat, at tað ber illa til at gevast, tí nú [...] afturat, at tað harmast hon um. Vígdis arbeiðir einsamøll, men hendan dagin er mamma hennara komin at hjálpa, so tað gongur heldur skjótari at fáa hesa bíleggingina til høldar. Hon hevur altíð mest at gera [...] fyrsta tað, at tær smakka óføra væl, og so tað at tær eru heimabakaðar. Vígdis hevur tveir vanligar ovnar, og tað er vanliga nóg mikið. Men til jóla, tá mest er at gera, hevði hon onki havt ímóti at havt ein
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í kommunumálum sigur, at eisini hann hevur hoyrt søgur um, at ætlanin er at leggja fólkaskúlan út til kommunurnar at umsita, men ger seg so óvitandi um, hvussu hesar søgurnar [...] á fund at greiða frá, hvørjar ætlanir landsstýrið í roynd og veru hevði. Hetta tí, at Annlis Bjarkhamar herfyri svaraði forkvinnuni í Føroya Lærarafelag, at landsstýrið ongar ætlanir hevði um at lata k [...] afturvísir hann uppá tað harðasta at fólkaskúlin skal leggjast út til kommunurnar. Ikki talan um!, so at siga. Fáar reglur seinni sigur sami maður, at "eingi øki eru útihýst frá at verða løgd út, og sostatt kunnu
sveitsisku bankarnir funnist at nýggju frágreiðingini. Ein talsmaður hjá bankafelagnum vísti á, at ein onnur kanning fyrr hevur staðfest, at tað ber ikki til at finnast at virkseminum hjá sveitsisku bankunum [...] Fólk í Sveits hava vanliga ta uppfatan av sær sjálvum, at tey eru dugnalig handilsfólk, men seinasta fríggjadag fingu tey at vita, at tey eru hóast alt ikki so menniskjalig, sum tey hava hildið. Ein 600 [...] staðfestir, at bæði tað almenna, vinnulívið og einstaklingar hjálptu týska nazistastýrinum. Og frágreiðingin sigur eisini, at nógvir jødar vórðu vístir burtur, tá teir komu til sveitsiska markið, og at flestu
trupulleikan í felag Landsmyndulleikarnir eiga at samráðast við kommunurnar um at skipa so fyri, at ansingartørvurin verður loystur. Vit eiga at umhugsa at leingja barnsburðarfarloyvið upp til eitt ár, [...] ár. Hesa áheitanina valdi Vinnumálastýrið ikki at lurta eftir. Við hesum fari eg at heita á Vinnumálastýrið um at endurskoða farloyvisskipanina, soleiðis at vit fáa eitt ára barnsburðarfarloyvi. Páparnir [...] krevja av kommununum, at tær loysa trupulleikan við barnaansingini, at tryggja, at útbúnir pedagogar eru til størvini á stovnunum. Hetta kann gerast við at taka fleiri flokkar inn á Pedagogskúlan um árið
kkin. At vit skulu standa á egnum beinum. Og nú, tá møguleikki var fyri at lækka blokkin, var Finnur Helmsdal burtur. ?Eg skal ikki siga, at hann rýmdi fyri at sleppa undan at taka støðu til at lækka blokkin [...] blokkinum. Vit hava verið bangnir fyri, at onkur av samgonguflokkum okkara ikki fór at orka at standa undir og hoknað, tá til stykkis kom. Men nú vísti tað seg, at tað var ein tjóðveldisatkvøða, sum manglaði [...] álvarsligt, at hann hevur heitt á leiðslu Tjóðveldisfloksins um at taka málið til viðgerðar, eins og hann væntar, at tað onkursvegna fær avleiðingar fyri Finn Helmsdal. Finnbogi Ísakson leggur dent á, at tað er
tunnilin fer at hava stóran týdning fyri oljuvinnuna. Tað fer at lætta um. Hetta fer at gera, at útlendsk vinna umframt tann føroysku fara ikki at føla tað so møtimikið at arbeiða í Føroyum. At koyra hálvan [...] tunnilin fer at gera, at fólk fara oftari á flog, tí tað fer at tykjast teimum so nógv lættari, men tað fer eisini at broyta nógv um møguleikarnar at kunna troyta flogførini, tí nú kanst tú fara avstað tíðliga [...] ikki bundin at einum bussi ella skipi sum nú. Nú kanst tú brúka flogvøllin allan dagin, tá tað ber til at koma og fara frá vøllinum, nær tað skal vera. Magni Arge roknar tí við, at teir koma at flúgva nógv
málinum. Hann heldur, at ein miðvísari samskipan átti at verið á hesum økinum. Av tí at vit eru ein samrunnin partur av heimssamfelagnum er altíð væntandi, at vit fáa somu trupulleikar at dragast við sum onnur [...] rúsevnanýtslu í Føroyum. Hann vil hava at vita, at hvussu møguleikarnir hjá myndugleikunum eru at fylgja við í rúsevnanýtsluni. Um landsstýrið hevur staðfest, at nýtslan av hørðum rúsevnum er vaksandi [...] Mynstrið í øðrum londum er júst hetta, at seljarar leggja seg eftir at fáa fatur á blaðungum gentum í aldrinum 14-16 ár. Fútin í Føroyum metir eisini, at gongdin er tann sama her. Harumframt heldur løgreglan
sum fara at leggja uppskotið fram. Hinvegin hava fólkaflokkurin og sjálvstýrisflokkurin boðað stigtakarunum frá, at teir verða ikki við til at leggja uppskotið fram. ?Ætlanin er at fáa Løgtingið at samtykkja [...] eydnaðist ikki og tí ætlaðu fakfeløgini at stevna landsstýrinum. Hans Pauli Strøm sigur, at politikarar úr nøkrum flokkum fara tí at royna at loysa málið politiskt fyri at sleppa undan stevning og tí er uppskotið [...] sigur, at tey allarflestu, sum hava teknað trygging, eru limir í fakfeløgunum og tey mótmæltu, at Lívstryggingin varð gjørd til alment partafelag. Men beint eftir, at Løgtingið hevur samtykt, at Lívstryggingin