Hvalbingar og sandvíkingar hava altíð verið spentir uppá at fara í Lítlu Dìmun eftir slakti. Í ár var spenningurin serliga stórur og tað av tveimum orsøkum: Onnur orsøkin var, at fyri veður eydnaðist tað ongantíð í fjør at sleppa í Oynna, sum Lítla Dímun verður nevnd á mannamunni í Hvalba og í Sandvík. Hin orsøkin er, at tað nú er so nógvur vargur í Oynni, at teir hava sett sær fyri at fáa tiknan av og at fáa nýtt slag sett út.
Tí høvdu teir gjørt seg út til at liggja nátt í Oynni, tá ið teir loystu frá landi í Hvalba í dýrdarveðri tíðliga mikumorgunin.
Tilsamans vóru 34 mans uppi í oynni og tað er nakað lítið, tí tað er nógv og tungt arbeiði at gera.
Tá í teir komu aftur klokkan gott níggju hóskvøldið staðfesti formaðurin fyri Oynna heilt stutt, at tað kundi gingið betri.
? Vit róku í tveir dagar og vit høvdu góðar 430 seyðir á hondum.
Etir, at teir vóru komnir í rættina tann fyrra dagin, fóru teir aftur vestur á oyggj at taka seyð. Har gingu einir 40 seyðir eftir og tað eydnaðist at taka einar 30 av teimum í bakkanum og hann varð koyrdur beinleiðis í bátin.
Harafturat var tað mesta av gomlum seyði í rættini tikið og somuleiðis seyður við fullari ull, sum ikki hevur verið inni leingi
Menninir, sum róku, høvdu trol ímillum sín og soleiðis fingu teir tikið heilt fitt av seyði, sum legði á og annars hevði sloppið.
Mett var, at einir 130 seyðir vóru úti eftir og dagin eftir varð aftur roynt at taka teir.
? Men tað gekk sera illa. Vit vónaðu at fáa gott og væl helvtina av tí, so hóast vit royndu tvær ferðir, fingu vit ikki meiri enn einar gott 30.
?Restin læt seg snøgt sagt ikki taka. Teir fóru longur og longur niður í bakkan og einar 15-20 lupu út berginum í tann vissa deyðan, heldur enn at teir lótu segt taka.
Av tí, teir, teir høvdu tikið, vórðu seyðir 130 seyðir, sleptir útaftur, mest lomb.
11 til gyllinina
Tilsamans var úrslitið, at góðir 380 seyir vórðu førdir til lands.
Tað gevir 11 seyðir til hvønn gyllin og tað er tvær ferðir so nógv, sum vanligt hevur verið.
Men orsøkin til, at so nógv varð tikið, var partvís, at ikki varð rikið í fjør og partvís tað, at so nógvur vargur, sum gjørligt varð tikin hesar báðar dagarnar.
Men eftir ganga nú einir 100-130 seyðir, sum er vargur og sum ikki hevur verið á hondum.
Eliesar Poulsen sigur, at verður ein góður dagur aftur, er ætlanin at fara í Oynna einaferð at royna at taka hann.
Tá er eisini ætlanin at hava byrsu við og at skjóta sum mest av tí, sum teir ikki fáa fatur á.
Seyðurin, sum var í rættini, og sum varð sleptur útaftur, er væl og virðiliga markaður so at hann er lættur at kenna aftur.
Men ætlanin er eisini at stika betri á Oynni, fyri at raksturin næsta ár skal ganga betri.
Samstundis er avtalað, at hvør av eigarunum skal føða eitt lamb upp á hvønn hálvan gyllin at sleppa út í Oynna í vár og somuleiðis eitt næsta ár. Men teir, sum vilja kunnu lata bæði lombini í ár.
Soleiðis er ætlanin at fáa eitt sindur av slakti av Oynni aftur næsta ár, tó at tað helst verður eitt sindur minni enn í ár.
Men hesuferð var slaktið onki at reypa av. Nakað varð selt og býtt varð soleiðis, at eigararnir fingu fimm seyðir upp á hvørja hálva gyllin.
?Hjá onkrum hevur vektin ligið um 144-145 pund tilsamans, tað gevur 29 pund í miðal upp á seyðin.Tað er nakað lítið, tí av tí, at seyður varð tikin av, var nógvur vaksin seyðir uppi ímillum.
Eliesar Poulsen sigur, at nógv av lombunum vóru smá, væl undir 20 pund, men ein høvuðsorsøk til tað er, at tað varð ikki rikið í fjør.