Tað varð lagt til merkis, tá tann mynduga norska kvinnan, sum hvørki tolir tubbaksroyk ella fartelefonir, fór frá sum aðalskrivari í heimsins heilsustovni mánadagin. Nógvir fjølmiðlar kring heimin umrøddu tilburðin og ikki minst kvinnuna og hennara avrik. Bretska Financial Times gjørdi nógv burtur úr fráfarna aðalskrivaranum og vísti á, hvat WHO var, áðrenn hon tók við, og hvat stovnurin er, nú hon hevur lagt frá sær.
Gro Harlem Brundtland, sum er útbúgvin lækni, gjørdist aðalskrivari í einum ST-stovni, sum ikki var serliga høgt í metum. Stovnurin hevði vunnið sær eitt ávíst umdømi eftir bardaga ímóti fleiri vandamiklum umfarssjúkum, men avbjóðingarnar vóru eisini nógvar. Lívshóttandi sjúkur so sum krabbamein, hjartasjúkur og sukursjúka høvdu eisini breitt seg til tey fátæku londini, og her gekst illa hjá WHO at megna sína uppgávu. Harafturat kom bardagin ímóti AIDS. Hetta gjørdist ov mikið fyri WHO, og úrslitið varð eisini, at ST skipaði ein serligan stovn, sum skuldi átaka sær at virka ímóti AIDS.
Tubbak og fartelefon
Men so kom kvinnan, sum í trý skifti hevði verið forsætisráðharri í Noregi, til Genéve. Hon hevði áræði, dirvi, ídni og ógvuliga treisk, siga tey, sum lærdu hana at kenna. Sjálvt tey, sum tá høvdu hug at finnast at henni, siga nú, at hon hevur gjørt eitt gott arbeiði.
Longu í byrjanini hevði hon sett sær eitt greitt mál: Nú skuldu heilsumál upp á hægsta politiska stig, so forsetar, forsætisráðharrar og ikki minst fíggjarmálaráðharrar skuldu tosa um heilsumál. Úrslitið er, at tað nú verður sagt um hana, at hon hevur fingið heilsu- og umhvørvismál inn á altjóða politiska pallin, og at tað hevur eydnast henni at fáa heimsins leiðarar at játta meiri pengar til heilsuna hjá heimsins borgarum.
Mong hava illneitast inn á hana, tí tey halda, at hon hevur havt ov gott samband við ídnaðarfyritøkur fyri at fáa pengar burtur úr teimum, men tað merkir ikki, at hon hevur verið hjartabarnið hjá øllum altjóða ídnaði. Tvørturímóti hevur tubbaksídnaðurin havt ilt eyga á henni.
Tí Gro Harlem Brundtland hevur lagt stóran dent á at kunna fólk kring heimin um, hvussu vandamikið tað er at roykja. Úrslitið av hesum var eisini tann fyrsti altjóða heilsusáttmálin, har øll tey 192 londini í WHO bundu seg til at banna allari tubbaksreklamu og at tálma tubbaksnýtsluni, sum á hvørjum ári kostar umleið fimm milliónir mannalív. Í Vesturheiminum valdu mong at leggja av at roykja, og tá tubbaksídnaðurin ístaðin fyri vendi sær ímóti teimum fátæku londunum, valdi Brundtland alt fyri eitt at hevja sína ávarandi rødd har eisini.
Tað var eisini hon, sum segði, at tað er vandamikið at tosa í fartelefon, og hon bannaði fólki at nýta fartelefon, har hon var stødd. Hetta fekk sum vera mann øði í fartelefonídnaðin, men forboð kom tó einki.
Malaria og SARS
Sum leiðari í WHO hevur Gro Harlem Brundtland lagt stóran dent á at fáa tamarhald á malaria-sjúkuni. Hon hevur roynt at vísa á, at sjúkan rakar ikki bert einstaklingar ella heil húski, men at hon eisini hevur stóra ávirkan á búskapin í fleiri londum, og at tað tí er umráðandi at fáa tamarhald á henni. Men hóast WHO hevur gjørt nógv fyri at basa malaria-sjúkuni, breiðir hon seg framvegis.
Sjálv heldur Gro Harlem Brundtland, at tað væleydnaða heimsátakið ímóti lungnasjúkuni SARS hevur prógvað, at WHO hevur endurvunnið sína støðu sum ein álitisfullur og virdur stovnur. Hon gjørdi ikki so nógv burtur úr sær sjálvari, tá sjúkan herjaði, men kortini eydnaðist tað WHO at fáa myndugleikarnar í teimum einstøku londunum at gera eftir teimum tilráðingum, sum stovnurin kom við. Úrslitið er, at SARS er bart niður. Summir granskarar vænta, at sjúkan fer at taka seg uppaftur seinni í ár, men takkað verði tilráðingunum frá WHO eru heimsins heilsuverk munandi betur fyrireikað, kemur sjúkan aftur.
Nú hon hevur lagt frá sær eftir fimm ár í leiðarastarvinum í WHO, flytir tann 64 ára gamli læknin til Fraklands at búgva.
(Kelda: Aftenposten)