Vantandi barnaansing er ein samfelagstrupulleiki

? sum lands- og kommununalu myndugleikarnar eiga at loysa í felag

Síðani vit fingu Dagstovnalógina 10. mai 2000 hevur lítið og einki verið at hoyrt frá landspolitikarum um vantandi barnaansing. Tað tykist sum um, at nú er tað uppgávan hjá Kommununum einsamallar at loysa henda risastóra trupulleika. Sambært lógini er tilboð um barnaansing ábyrgdarøki hjá kommununum.

Nógv er hent síðani kommunurnar yvirtóku økið
Hesi skjótt tvey árini síðani kommunurnar einsamallar fingu ábyrgdina av dagstovnaøkinum, eru heilt nógv nýggj pláss sett á stovn í Føroyum. Onkrar kommunur eru enntá komnar so langt, at tær kunna tryggja stovnspláss til øll børn í kommununi. Samstundis eru tað nakrar kommunur, sum hava sera trupult við at útvega øllum børnum pláss. Tórshavnar kommuna hevur uttan iva nógv tann størsta trupulleikan. Hóast kommunan seinastu nógvu árini hevur útvegað í meðal 100 nýggj pláss um árið, standa yvir 200 børn á bíðilistanum. Trupulleikin í Tórshavnar kommunu er í stóran mun vøkstur í íbúgvaratalinum. Umleið triðingurin av børnunum á bíðilistanum eru flutt til kommununa seinastu tvey árini.

Loysa trupulleikan í felag
Landsmyndulleikarnir eiga at samráðast við kommunurnar um at skipa so fyri, at ansingartørvurin verður loystur. Vit eiga at umhugsa at leingja barnsburðarfarloyvið upp til eitt ár, samstundis sum vit útbyggja barnagarðsøkið soleiðis, at vit kunna bjóða øllum børnum mennandi tilboð frá tí degi barnið er 1 ár. Við at leingja barnsburðarfarloyvið minka vit um tørvin á stovnsplássum, samstundis sum vit geva barninum og foreldrunum tryggari umstøður.
Í desember 2001 stóðu 347 børn á bíðilistanum í Tórshavnar kommunu, 199 av teimum eru fødd í 2001 og eru yvir 6 mánaðir gomul. T.v.s at um vit høvdu 1 ára farloyvið, hevði bíðilistin verið 148 børn tá, ístaðin fyri 347.
At leingja barnsburðarfarloyvið fer sjálvsagt at hava meirútreiðslur við sær. Hinvegin so spara vit á stovnsøkinum, tí tað skulu byggjast færri stovnar, raksturin, sum kommunurnar saman við foreldrunum bera, verður eisini tað minni.

Mælt landsstýrinum til 1 ára farloyvi
Sosiala nevnd í Tórshavnar kommunu mælti til, tá ið nýggja barnsburðarskipanin var til hoyringar, at leingja barnasburðarfarloyvið upp til 28 vikur beinanvegin og heitti samstundis á Vinnumálastýrið um at virka fyri, at barnsburðarfarloyvið sum frá líður verður longt til 1 ár. Hesa áheitanina valdi Vinnumálastýrið ikki at lurta eftir. Við hesum fari eg at heita á Vinnumálastýrið um at endurskoða farloyvisskipanina, soleiðis at vit fáa eitt ára barnsburðarfarloyvi.

Páparnir skulu hava sín part av farloyvinum
Samstundis sum farloyvið verður longt, eiga vit at umhugsa, hvussu skipanin skal virka. Vit eiga at umhugsa, um pápunum skal tryggjast ein part av farloyvistíðini, ella um foreldurini sjálv skulu avgera, hvussu tey sínamillum brúka farloyvið.

Krevur at fleiri Pedagogar verða útbúnir
Í løtuni hava vit alt ov fáar útbúnar námsfrøðingar til at røkja pedagogstørvini sum eru. Vit mugu og skula útbyggja barnagarðsøkið soleiðis, at tað verður eins nátúrligt at fáa barnagarðspláss, sum tað er at fara í skúla, tá ið barnið er 7 ár. Tá ið barnaið fer í skúla, er tað ein sjálvfylgja, at tað eru útbúnir lærarar, sum undirvísa teimum. Soleiðis eigur tað eisini at verða í barnagørðunum og vøggustovunum, ein sjálvfylgja at tað eru útbúnir pedagogar, sum eru um børnini og geva teimum eitt mennandi tilboð.
Tí muga landsmyndugleikarnir, áðrenn teir fara at krevja av kommununum, at tær loysa trupulleikan við barnaansingini, at tryggja, at útbúnir pedagogar eru til størvini á stovnunum. Hetta kann gerast við at taka fleiri flokkar inn á Pedagogskúlan um árið, so leingi tørvurin er so stórur sum nú. Mær vitandi eru nógvir skikkaðir umsøkjarar hvørt ár, sum ikki sleppan inn á skúlan, tí har er bert pláss fyri einum pedagogflokki um árið.

Broyta treytirnar fyri íløgukarmunum
Landið kann samráðast við kommunurnar um íløgukarmin. T.d. treyta sær, at ávísur partur av íløgunum verður brúktur til at útvega fleiri stovnar. Ella at bygging av barnagørður skal telja minni í íløgukarminum enn aðrar íløgur, so leingi kommunan ikki hevur tryggjað øllum børnum mennandi stovnspláss.