Heimabakað frá bakara

Hon byrjaði í smáum í 2000 at baka til onkrar handlar, men í dag hevur hon úr at gera við at baka fyri fólk. Vígdis Eysturdal veitir nógvum heimabakstur til jóla

Klaksvík:
Angurin av siropskøkum kennist beinanvegin, tá hurðin inn til kjallaran hjá Vígdis verður latin upp. Hon stendur við borðið og koyrir glaring upp á smákøkur, sum hon hevur bakað til okkurt serligt endamál.
Vígdis hevur ikki stundir at seta seg niður, meðan vit práta, tí hon hevur ov mikið at gera nú til halguna.
- Eg havi verið noydd at siga nei til nógv fólk í ár, tí eg havi ikki tíð til meira sum nú er, sigur hon og leggur afturat, at tað harmast hon um.
Vígdis arbeiðir einsamøll, men hendan dagin er mamma hennara komin at hjálpa, so tað gongur heldur skjótari at fáa hesa bíleggingina til høldar.
Hon hevur altíð mest at gera til jóla, tí sera nógv fólk bíleggja smákøkur frá henni til høgtíðina. Harafturat bakar hon eisini til ein handil, har vøran frá henni verður skrødd av hillunum so hvørt sum hon kemur. Tað, sum eyðkennir køkurnar frá henni er fyri tað fyrsta tað, at tær smakka óføra væl, og so tað at tær eru heimabakaðar.
Vígdis hevur tveir vanligar ovnar, og tað er vanliga nóg mikið. Men til jóla, tá mest er at gera, hevði hon onki havt ímóti at havt ein størri ovn.
Tað er sum sagt mest at gera til jóla, men eisini til aðrar høgtíðir er nógv at gera. Køkusløgini, sum ganga sum heitt breyð til jóla, eru siropskøkur, jødakøkur, finsk breyð, vaniljukransar og kleynur. Hon fær eisini nógvar bíleggingar til barnaføðingardagar, og tá plagar hon at gera ymiskar figurar.
- Walt Disney figurar eru sera væl dámdir og so Silvi eisini, sigur hon.
Tað hoyrist á Vígdis, at henni dámar sera væl sítt arbeiði.

Bakari av tilvild
Vígdis lærdi til bakara í Danmark. Tað var mest sum av tilvild, at hon fór í læru.
Hon greiðir frá, at hon fór út at leita sær eftir arbeiði ein dagin. Hon gekk í ymsar handlar og spurdi, men illa gekst. Til endans fór hon inn í eitt bakarí og spurdi um arbeiði í søluni, men fekk noktandi svar.
- So spurdi eg, um eg ikki kundi sleppa í læru. Hetta var fríggjadag. Ja, søgdu tey og bóðu meg koma aftur mánadag, sigur Vígdis smílandi.
Tá hon var liðug at læra og flutti heimaftur, arbeiddi hon fyrst í einum bakaríi í Klaksvík, men tað bar illa til hjá henni at arbeiða um náttina við einum barni, tá maðurin siglir úti.
So hon gjørdi av at verða heima. So fekk hon tað hugskotið at royna at baka fyri fólk. Hon byrjaði við einum handli, og tað gekk ikki long tíð, so høvdu mong fólk roynt hennara køkur og byrjaðu at bíleggja.
- Tað var allatíðina at baka fyri fólk heldur enn til handlar, sum eg vildi, so tað er gott, at teimum dámar væl, sigur Vígdis, sum ikki leggur í, at nógv hóvasták verður gjørt burturúr.
Hon dugir væl at síggja seg sjálva halda fram við hesum í mong ár afturat.
- Eg tími hetta stak væl, og eg havi innrættað mær eitt rúm til hetta her í kjallaranum, so tað vænti eg, at eg fari at halda fram við. Eg havi so ongar ætlanir um at gera eina stovu ella kamar her, sigur hon og hevur hug at flenna.
Hon leggur at enda afturat, at tað ber illa til at gevast, tí nú hava fólk vænt seg við, at hon bakar til jóla.
- Eg dugi illa at gevast við nøkrum, tá eg fyrst eri byrjað. Og sum sagt, so dámar mær hetta væl, sigur Vígdis Eysturdal.
Hon er um at verða liðug við smákøkurnar, og skjótt fer hon undir næstu bílegging. Og meðan øll onnur aftan á arbeiðstíð eru farin í handlar at keypa, stendur Vígdis framvegis í sama lag og bakar køkur, so fólk at eiga heimabakað inni afturvið einum kaffimunni á jólum.