Fólk í Sveits hava vanliga ta uppfatan av sær sjálvum, at tey eru dugnalig handilsfólk, men seinasta fríggjadag fingu tey at vita, at tey eru hóast alt ikki so menniskjalig, sum tey hava hildið.
Ein 600 síður drúgv frágreiðing um landsins lut undir seinna heimsbardaga staðfestir, at bæði tað almenna, vinnulívið og einstaklingar hjálptu týska nazistastýrinum. Og frágreiðingin sigur eisini, at nógvir jødar vórðu vístir burtur, tá teir komu til sveitsiska markið, og at flestu teirra seinni vórðu tiknir og endaðu í nazistisku týningarlegunum.
Frágreiðingin, sum er vorðin til eftir fimm ára arbeiði, sigur, at tað var ikki bara Sveits, sum herdi innferðareglurnar í árunum upp undir heimsbardagan. Men árini 1942-1944 var landið í einari sersrøðu, og myndugleikarnir kundi havt bjargað nógvum, sum vórðu forfylgd av nazistunum.
- Kanningarnar vísa, at myndugleikarnir herdu eftirlitið á markinum, og at forfylgd vórðu latin upp í hendurnar á teimum, sum forfylgdu teimum við tí úrsliti, at mong vórðu send beinleiðis í deyðan. Á tann hátt hjálpti Sveits nazistunum við at røkka sínum máli, stendur í niðurstøðuni í frágreiðingini.
Seldu Týsklandi vápn
Jødiskir felagsskapir hava í mong ár funnist at Sveits, men ikki fyrr enn í níti-árunum eydnaðist tað at fáa teir sveitsisku bankarnar at lata frá sær upplýsingar um bankabøkur, sum forfylgdir jødar høvdu stovnað í Sveits, áðrenn teir endaðu í teimum týsku týningarlegunum. Tað var ikki fyrr enn amerikanska stjórnin hótti við at nokta teimum sveitsisku bankunum at reka bankavinnu í USA, at teir slakaðu.
Nevndin hevur sum sagt arbeitt við málinum í fimm ár, og hon hevur av og á latið fyribilsfrágreiðingar frá sær. Søgufrøðingurin Jean-Francois Bergier hevur verið formaður í kanningarnevndini, og hann er alt annað enn væl lýddur millum teirra, sum halda tað vera skeivt at róta í hesum partinum av sveitsisku søguni. Tað eru tey, sum skýra hann landasvíkjara, men sjálvur sigur hann, at hann hevur hildið seg til málsetningin hjá stjórnini, sum er at lýsa landsins lut undir seinna heimsbardaga út í æsir.
Nevndin staðfestir í frágreiðingini, at sveitsiska vinnulívið hevði umfatandi samstarv við Nazitýskland. Hetta komst ikki av, at leiðslurnar í vinnulívinum tóku undir við teimum nazistisku sjónarmiðunum, men heldur av fíggjarligum áhugamálum.
Í frágreiðingini stendur m. a., at 14,3 prosent av sveitsiska útflutninginum árini 1940-19444 stavaði frá vápnahandli, og at 84 prosent av vápnunum vórðu seld Týsklandi og Italia. Bert átta prosent fóru til teir sameindu ella uttanveltað lond.
Ein amerikansk kanning kom í 1997 til ta niðurstøðu, at sveitsiska vápnasølan til Týsklands og Italia hevði longt seinna heimsbardaga, men hesum tekur tann sveitsiska kanningin ikki undir við. Um spurningin, hvørt Sveits hevði fíggjarligan fyrimun av bardaganum, skrivar nevndin, at tað veldst um, hvussu hvussu roknistykkið verður gjørt upp.
Settu "J" í passið
Sveitsiska stjórnin hevur, eftir at frágreiðingin varð løgd fram, boðað frá, at hon vil hava eitt alment orðaskifti um landsins lut undir seinna heimsbardaga, og stjórnin sigur, at við frágreiðingini kann landið vísa á, at tað hevur rannsakað sína søgu.
- Rætt er tað, at vit tóku ímóti fleiri flýggjandi, enn vit róku burtur, men tað ger ikki ábyrgd tjóðarinnar minni yvir fyri teimum, sum vórðu rikin aftur hagar, tey vóru komin,
stóð í einari viðmerking frá stjórnini í Bern.
Mynduleikarnir hava gjørt nógv burtur einari skipan, sum segði, at eitt "J" skuldi stemplast í passið hjá sveitsisku jødunum undir seinna heimsbardaga, og stjórnin sigur, at hetta var medvirkandi til, at nógvir jødar vórðu týndir.
Ikki heilt óvæntað hava teir sveitsisku bankarnir funnist at nýggju frágreiðingini. Ein talsmaður hjá bankafelagnum vísti á, at ein onnur kanning fyrr hevur staðfest, at tað ber ikki til at finnast at virkseminum hjá sveitsisku bankunum undir seinna heimsbardaga, og hann helt ikki, at tann nýggja kanningin sigur nakað, sum fólk ikki vistu frammanundan.










