Høgni Hoydal, landsstýrismaður í trupulleikum

   

Eftir at hava lisið samrøðuna, sum Sosialurin hevur við Høgna Hoydal í týsdagsblaðnum, er ruðuleikin fullkomin. Vit kunnu staðfesta, at vit hava ein landsstýrismann í kommunumálum, sum í minsta lagi hevur tvær tungur í høvdinum. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í kommunumálum sigur, at eisini hann hevur hoyrt søgur um, at ætlanin er at leggja fólkaskúlan út til kommunurnar at umsita, men ger seg so óvitandi um, hvussu hesar søgurnar eru íkomnar. Stendur so púrasta spyrjandi. Hvør skal siga- tað er øgiligt, sum fólk kunnu finna uppá!
Í samrøðuni sigur hann, at ongin sum helst ætlan yvirhøvur er um at leggja fólkaskúlan út til kommunurnar, og tí vil hann við hesi samrøðuni mana hetta spøkilsið í aftur jørðina. Hetta er lítið mansligt og prógvar manglandi politiskt dirvi. Er tað veruliga so, at Høgni Hoydal bara tosar fólki eftir munninum?
Tí, tað er eingin ivi um, hvør hevur skapt hetta spøkilsið. Tað vita øll. Spøkilsið, søgurnar og allar útsagnir um at leggja fólkaskúlan út til kommunurnar, eigur Høgni sjálvur og eingin annar. At hann nú hevur fingið trupulleikar av, at hann sjálvur á fundi við stýrið í Kommunusamskipan Føroya hevur verið so avgjørdur fyri at leggja skúlan út, og nú heldur seg hava tikið munnin ov fullan, tí hann har helt seg tosa fólki eftir munninum, gevur honum ongan rætt til at látast, sum um hetta eru søgur, onnur hava íspunnið. Hetta við at flyta yvir á onnur er eisini partur av kommunikatiónssnildi, sum er hent amboð, tá veruleikin gerst ov ágangandi.

Ikki ein spurningur um-men nær
Kommunusamskipan Føroya bað Høgna Hoydal koma á fund at greiða frá, hvørjar ætlanir landsstýrið í roynd og veru hevði. Hetta tí, at Annlis Bjarkhamar herfyri svaraði forkvinnuni í Føroya Lærarafelag, at landsstýrið ongar ætlanir hevði um at lata kommunurnar yvirtaka fólkaskúlan.
Svarið var greitt. Samgongan heldur fast við hesa ætlan, hevur Høgni Hoydal greitt frá fyri stýrinum í KSF og vissaði stýrið um, at tað Annlis Bjarkhamar bar fram var ikki eftirfarandi, má okkara niðurstøða so vera. Tó visti hann ikki at siga, nær hetta verður gjørt. Hetta stendur eisini at lesa á heimasíðuni hjá tjóðveldisumboði í Tórshavnar Býráð.

Samrøða í vetrarbúna
Í samrøðuni, sum er tann bera ull, roynir Høgni Hoydal at gera øllum til vildar og skavar í allari neyðini útyvir, at hann og tjóðveldisflokkurin eru komin í dýrastu neyð av, at teirra landsstýrismenn tosa í eyst og vest um somu tíð um sama mál. Í øðrum lagi afturvísir hann uppá tað harðasta at fólkaskúlin skal leggjast út til kommunurnar. Ikki talan um!, so at siga. Fáar reglur seinni sigur sami maður, at "eingi øki eru útihýst frá at verða løgd út, og sostatt kunnu øll øki koma uppá tal", tí hetta er greiði politikkurin hjá samgonguni. "Sostatt er fólkaskúlin ikki útihýstur frá at verða lagdur undir kommunurnar", sum um onkur heilt annar ger hetta av enn landsstýrið sjálvt. Hetta við tí greiða, tað mugu vit smyrja okkum við, at tað má vera á einum serligum Hoydalskum skala. Tí ikki gerast vit klókari av, at sami maður sigur, at skúlin ikki skal leggjast út, men tó sigur at hann skal leggjast út til kommunurnar.

Høgni ja-Annlis nei
At vit hava tveir landsstýrismenn, enntá úr sama flokki, Annlis Bjarkhamar og Høgna Hoydal, sum koma við hvør sínum boðskapi, sum ikki á nakran hátt kunnu sameinast, mugu tey sjálvi tora at standa við.
Tað hevði verið spennandi at vitað, hvat tjóðveldisflokkurin veruliga meinar, og hvørja meining landsstýrið hevur í hesum málinum.
Hvat er nú eftirfarandi? Tað Annlis sigur, ella tað Høgni sigur? Bæði kunnu so ikki hava rætt. Ella er hetta bara ein máti at gera seg áhugaverdan, tá ikki ber til at fáa nakað í lag av innanhýsis klandri ikki bara í samgonguni.
At mana spøkilsir í aftur jørðina er so víst størsta avbjóðingin tjóðveldislandsstýrismenn hava havt til dags dato - so nógv størri enn setan av landsantikvari.