Vágatunnil og flúgving
-Hetta er størsta framstig, sum er hent innan flutning millum Føroyar og umheimin, síðani flogferðslan tók seg upp í 1963. Hetta sigur stjórin í Atlantsflog, Magne Arge, sum var ein av teimum mongu gestunum, sum vórðu til steðar, tá skotið varð ígjøgnum í Vágatunlinum í farnu viku.
Magni Arge sigur, at við tunlinum hevur tú longt motorvegin úr Føroyum og út í heim. Tú hevur so eisini stytt munandi um teinin at koma uttanífrá til bæði Havnar, Runavíkar og aðrastaðni. -Eg rokni við, at tunnilin fer at gera, at fólk fara oftari á flog, tí tað fer at tykjast teimum so nógv lættari, men tað fer eisini at broyta nógv um møguleikarnar at kunna troyta flogførini, tí nú kanst tú fara avstað tíðliga á morgni, og nær tað skal vera. Tú er ikki bundin at einum bussi ella skipi sum nú. Nú kanst tú brúka flogvøllin allan dagin, tá tað ber til at koma og fara frá vøllinum, nær tað skal vera.
Magni Arge roknar tí við, at teir koma at flúgva nógv fyrr á morgni og seinni á kvøldi. Hann roknar eisini við, at tað verða størri møguleikar t.d. um summarið at brúka flogførini til eitt nú náttarflúgving suðureftir. Nakað, sum ikki ber so væl til í dag orsakað av sambandinum, har tú jú skal hava alt til at hanga saman.
-Hetta er eitt risa framstig fyri flúgvingina og eitt nú Atlantsflog. Ja, tað er nógv størri enn tað at longja flogvøllin leggur flogstjórin aftrat.
Hetta ger eisini, sigur hann víðari, at tað verður lættari at fáa fólk til at arbeiða á flogvøllinum uttan mun til hvar í landinum tey koma frá. Fólk kunnu velja hvar tey vilja búgva. Tað kann vera líka náttúrligt at búgva í Havn ella Runavík og fara til arbeiðis í Vágum.
Hetta verður tí eisini ein stórur fyrimunur fyri fyritøkuna.
Fyri Magna persónliga verður tað eisini nógv lættari. -Nú kann man leggja arbeiðið til rættis sum man vil. Man fer at spara nógva tíð. Í hvussu er hálvanannan tíma um dagin í flutningi.
Hann heldur annars, at økingin í bilaferðsluni ferða at verða øgilig, kanska nógv størri enn nakar hevur ímyndað sær.
-Kann tunnilin gera, at færri fara at brúka Norrønu og fleiri fara at brúka flogførini?
-Tað verður kanska lættari hjá okkum at kunna bjóða nakrar eyka fráferðir og harvið eisini bíligari prísir. Men hetta er hvør sín marknaður. Fólk, sum vilja fara út við egnum bili, fara við Norrønu. Og tey sum ikki dáma at sigla fara loftvegis. Norrøna fer sjálvandi at taka nógv av fólkinum, sum fer í summarfrí, men samlað kann tað fáa stóran týdning fyri okkum.
Týdning fyri oljuvinnu
Magni Arge heldur, at tunnilin fer at hava stóran týdning fyri oljuvinnuna. Tað fer at lætta um. Hetta fer at gera, at útlendsk vinna umframt tann føroysku fara ikki at føla tað so møtimikið at arbeiða í Føroyum. At koyra hálvan tíma av flogvøllinum til Havnar er ikki meira enn tú allastaðni skal koyra til høvuðsstaðin.
-Við hesi samanbendingini hava vit skapt eina felags samanbundna eind í Føroyum, sum tilsamans nú veitir ein samanhangandi infrastruktur, ið er vælvirkandi og har eitt ?flow? er í. Tað ger okkum nógv meira kappingarførar.
Magni Arge vísir á, at sum nú er sleppa teir ikki í luftina fyrr enn kl. 11, tí fólk fáa ikki verið har fyrr, uttan at tey fara upp kl. 5. -Við hesum kunnu vit kanska fara avstað 8.30. Tú skal úr Havn klokkan gott 7 og verða á flogvøllinum knappan tíma seinni og er so í Keypmannahavn klokkan 11.
Tað kemur at geva okkum nógv fleiri møguleikar. Vit fáa lagt flúgvingina øðrvísi til rættis og troytt flogførini nógv betri sigur ein fegin stjóri í Atlantsflog.