Ognarrættur
-Tá ið Løgtingið í 1999 gjørdi Føroya Lívstrygging til eitt alment partafelag, var tað eitt mistak. Løgtingið átti nevniliga onki í Føroya Lívstrygging og hevði tískil heldur ikki rætt til at leggja seg út í eigaraviðurskiftini. Sostatt var talan um ognartøku.
Tað halda løgtingslimir úr fleiri flokkum.
Ein av fyrstu døgunum fara teir tískil at leggja uppskot fyri tingið um at fáa hesa avgerðina broytta.
Tað eru løgtingslimir úr javnaðarflokkinum, sambandsflokkinum, miðflokkinum og kanska eisini tjóðveldisflokkinum, sum fara at leggja uppskotið fram.
Hinvegin hava fólkaflokkurin og sjálvstýrisflokkurin boðað stigtakarunum frá, at teir verða ikki við til at leggja uppskotið fram.
?Ætlanin er at fáa Løgtingið at samtykkja at heita á Landsstýrismannin í vinnumálum um at leggja uppskot fyri Løgtingið, har Føroya Lívstrygging við lóg verður umskipað til ein sjálveigandi stovn, har tryggingartakararnir hava fulla ávirkan og innlit, ella sum eitt sínámillum felag, har tryggingartakararnir hava ognarrættin og harvið eisini fulla ávirkan og innlit.,
Lagt verður upp til, at lógaruppskotið skal fáa gildið frá 1. juli 2002.
Ivi sáddur um ognarviðurskiftini
Ein av stigtakarunum, Hans Pauli Strøm, sigur, at tá ið Løgtingið umskipaði Føroya Lívstrygging til eitt alment partafelag til eitt alment partafelag beint fyri jól í 1999, var tað stór misnøgd við ætlanina.
?Tíðin var knøpp.Uppskotið um at gera Føroya Lívstrygging til alment partafelag varð lagt fyri tingið í desember og tað skuldi vera avgreitt fyri jól, tí tað skuldi setast í gildið longu 1. januar, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann sigur, at viðgerðin varð hareftir, men uppskotið varð samtykt.
? Men longu tá varð ivi varð sáddur, hvør ið yvirhøvur átti Føroya Lívstrygging.
Hann sigur, at tryggingin varð stovnað í 1965 og tá stóð í skjølunum frá lógardeild Løgtingsins, at talan var um ein sjálvsognarstovn.
?Tá ið Lívstryggingin hevur teknað tryggingar, hevur hon eisini ført fram, at tað vóru tryggingartakararnir sjálvir, sum áttu tryggingina.
?Spurningurin er tí, sum Løgtingið yvirhøvur hevði heimild at gera Lívstryggingina til eitt alment partafelag, tí er talan um ein sjálvsognarstovn, er talan um ognirnar hjá øðrum og tað kann Løgtingið ikki taka sær ræðið á.
? Løgtingsmaðurin sigur, at tá ið Lívstryggingin varð gjørd til alement partafelag, setti landið 500.000 krónur í felagið.
?Fyri hesa hálvu milliónina hevur Løgtingið sostatt tikið sær ræði á øllum tí uppsparda peninginum í tryggingini, sum táttar í eina milliard.
Nýggj skjøl undan kavi
Hans Pauli Strøm sigur, at tey allarflestu, sum hava teknað trygging, eru limir í fakfeløgunum og tey mótmæltu, at Lívstryggingin varð gjørd til alment partafelag.
Men beint eftir, at Løgtingið hevur samtykt, at Lívstryggingin skal vera alment partafelag, kemur eitt skjal undan kavi, sum ongantíð kom Løgtinginum í hendi, tá ið uppskotið varð viðgjørt.
?Hetta er eitt skjal, sum stjórin fyri Lívstryggingina og sakførari hennara, skrivaðu longu í 1997 og har verður staðfest, at ongin ivi er um, at tryggingin er ein sjálvsognarstovnur. Tvs, at tað eru tryggingartakararnir sjálvir, sum eiga tryggingina og ikki Løgtingið ella landsstýrið.
Hann sigur, at hevði Løgtingið vitað um innihaldið í hesum skjali, hevði tað neyvan tikið tað avgerð sum tað tók um at gera tryggingina til eitt alment partafelag.
? Sum umboð fyri nógv tann størsta partin av tryggingartakarunum, royna fakfeløgini síðani at fáa avtalu í lag við Landsstýrið um at lata tryggingartakararnir fáa tað ávirkan á tryggingina, sum teir eiga.
? Tað eydnaðist ikki og tí ætlaðu fakfeløgini at stevna landsstýrinum.
Hans Pauli Strøm sigur, at politikarar úr nøkrum flokkum fara tí at royna at loysa málið politiskt fyri at sleppa undan stevning og tí er uppskotið lagt fyri tingið.
Hann sigur, at verður uppskotið ikki samtykt, er ongin ivi um, at fakfeløgini fara at stevna landsstýrinum.
Hann sigur, at málið hevur rættiliga stóran, prinsipiellan týdning.
? Samansparingin í Lívstryggingini táttar í eina heila milliard. Av hesum meta fakfeløgini, at teirra limir eiga eini 80%, ella 800 milliónir og tað eru hesar upphæddir, sum tryggingartakararnir vilja hava ávirkan á.