Finnbogi atkvøddi fyri egnan vinning

Finnur Helmsdal, tjóðveldistingmaður, rýmdi av tingfundi, tá fíggjarlógin skuldi samtykkast, tí aðrir samgongulimir atkvøddu fyri uppskoti frá andstøðuni. Tað var fyri at fáa persónligan vinning burturúr, sigur hann. Finnbogi Ísakson, tingmaður, svarar, at tað kann ein tingmaður altíð leggjast undir

 

Floksósemja

 

 

 

Finnbogi Ísakson, tjóðveldistingmaður, hartar í tíðindaskrivi ein annan tjóðveldismann á tingi, Finn Helmsdal, fyri at rýma úr tinginum í hevnisøku fyri, at millum aðrar Finnbogi Ísakson tók undir við einum andstøðuuppskoti.

 

Finnur Helmsdal, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin, leggur partamannin, Finnboga Ísakson, undir at atkvøða fyri einum andstøðuuppskoti um meira pengar til tvey viðgerðaheim í Suðurstreymoy til tess at draga pening til egið valdømi og harvið vinna sær sjálvum nakrar eyka atkvøður til eitt komandi val.

 

?Slíkt kann ein tingmaður altíð leggjast undir, svarar Finnbogi Ísakson. Líka mikkið hvat hann atkvøður, kann hann leggjast undir at hugsa um egnan fyrimun.

 

 

 

Onnur grund

 

Men grundin til, at Finnbogi Ísakson hevur sent eit tíðindaskriv út, har hann harðliga finst at atburðinum hjá partamanninum, Finni Helmsdal, undir fíggjarlógarviðgerðini, er ein heilt onnur og nógv álvarsligari, sigur hann.

 

Veruliga grundin til, at Finnbogi Ísakson hevur sent tíðindaskrivið er, at hann ikki er nøgdur við, at Finnur Helmsdal loypur frá eini atkvøðugreiðslu um sjálva fíggjarlógina, sum er so sera prinsippiell.

 

?Hetta er fyrstu ferð, ein fíggjarlóg er komin fyri, har skorið verður av blokkinum. Vit hava verið bangnir fyri, at onkur av samgonguflokkum okkara ikki fór at orka at standa undir og hoknað, tá til stykkis kom. Men nú vísti tað seg, at tað var ein tjóðveldisatkvøða, sum manglaði, tá atkvøðast skuldi, sigur Finnbogi Ísakson.

 

Tað metir hann so álvarsligt, at hann hevur heitt á leiðslu Tjóðveldisfloksins um at taka málið til viðgerðar, eins og hann væntar, at tað onkursvegna fær avleiðingar fyri Finn Helmsdal.

 

Finnbogi Ísakson leggur dent á, at tað er tjóðveldistingmaðurin, Finnbogi Ísakson, sum skrivar tíðindaskrivið, og ikki løgtingsformaðurin.

 

 

 

Svíkar

 

Finnur Helmsdal metir hinvegin ávísar tjóðveldismenn, teirra millum Finnboga Ísakson, sum svíkar, tá hesir atkvøða fyri einum andstøðuuppskoti um at játta meira pening av fíggjarlógini millum aðru og triðju viðgerð.

 

?Slík uppskot verða bara sett fram fyri at seta kílar í samgonguna, og tað eydnaðist eisini í hesum førinum, tí millum annað Finnbogi Ísakson skuldi hava persónligan vinning av at atkvøða so, sigur Finnur Helmsdal.

 

At Finnbogi Ísakson í tíðindaskrivi vísir á, at tað, sum gjørt varð, var ikki annað, enn Finnur Helmsdal sjálvur hevur gjørt, hevur lítið upp á seg, sigur Finnur Helmsdal.

 

Hann váttar á, at hann hevur atkvøtt við andstøðuni fyri at lata júst somu viðgerðarstovnum pening.

 

?Men ta ferðina var als ikki talan um at hækka játtanina, sigur Finnur Helmsdal. Tá var talan um at fáa støðið á játtanini aftur á tað, hon varð, áðrenn byrjað varð at skarva av allastaðni. Hesaferð var aftur í móti talan um beinleiðis hækking.

 

Men har er Finnbogi Ísakson ósamdur. Í hansara verð var bara talan um at fáa játtanina at liggja á sama støði, sum alt annað í fíggjarlógini, sum er hækkað.

 

?Alt er hækkað, vísir hann á, uttan onkur hendinga grein sum nú hendan við viðgerðarstovnunum. Tí var bara talan um dagføring og ikki hækking.

 

 

 

Hjartamálið

 

Finnur Helmsdal dugir ikki at skilja í millum smáting og tað, sum veruliga hevur nakað upp á seg.

 

Hann rýmdi orsakað av nøkrum fáum krónum, sum millum annað Finnbogi Ísakson atkvøddi fyri. Men samstundis atkvøddi hann ikki fyri tí stóra málinum hjá samgonguni, nevniliga fíggjarlógini.

 

?Og tað er álvarsligt, heldur Finnbogi Ísakson. Tí í henni liggur sjálvt hjartamálið hjá Tjóðveldisflokkin. At vit skulu standa á egnum beinum. Og nú, tá møguleikki var fyri at lækka blokkin, var Finnur Helmsdal burtur.

 

?Eg skal ikki siga, at hann rýmdi fyri at sleppa undan at taka støðu til at lækka blokkin og so bara brúkti hitt málið sum undanførslu. Men onkur kann leggja tað soleiðis út.

 

At Finnbogi Ísakson vil hava leiðsluna í Tjóðveldisflokkinum at viðgera hetta álvarsmálið, sum hann málber seg, tekur Finnur Helmsdal heilt róliga.

 

?Tað mátu verið onnur mál undan hesum, sum floksleiðslan átti at viðgjørt, sigur hann, men vil ikki siga nærri, hvat hann heilt nágreiniliga meinar við.

 

Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksin, vil als onga viðmerking gera til málið.