Hørð rúsevni gerast vanligari

Seljarar av hassji og øðrum rúsevnum royna at fáa nýggjar nýtarar millum blaðungar gentur í aldrinum 14 til 16 ár. Myndugleikarnir meta eisini, at fleiri av hørðu evnunum eru komin til Føroyar seinastu árini

Mynstrið í øðrum londum er júst hetta, at seljarar leggja seg eftir at fáa fatur á blaðungum gentum í aldrinum 14-16 ár. Fútin í Føroyum metir eisini, at gongdin er tann sama her.
Harumframt heldur løgreglan seg hava eina greiða ábending um, at hørð rúsevni gerast alt vanligari. Tølini eru tó so smá, at tey skulu takast við fyrivarni. Løgreglan sigur seg hava greiðar ábendingar um, at hørð rúsevni fyrst og fremst verða nýtt av teimum, ið hava roykt hassj í fleiri ár.
Mogens Nepper-Christensen hevur skrivað eina frágreiðing. Hann sigur, at seinastu tíðina er ein broyting farin fram í mynstrinum, tí hørð rúsevni sum amfetamin og kokain gerast vanligari. Fútin hevur eisini upplýsingar um extacy í Føroyum, men hesar eru ikki serliga ítøkiligar.

Torfør uppkláring
Fútin sigur eisini, at løgreglan í Føroyum hevur ómetaliga trupult við at fáa bilbukt við trupulleikanum.
? Færøerne er et øsamfund med tætte relationer i befolkningen, hvorfor enhver form for efterforskning på narkotikaområdet udøves under særlig vanskelige omstændigheder, skrivar fútin í frágreiðingini. Hann leggur afturat, at slíkt uppkláringararbeiði krevur nógva tíð og tol.
Hesar eru nakrar av upplýsingunum, ið síggjast í svarinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni við lógarmálum, til fyrispurning frá Finni Helmsdal, tingmanni.
Finnur Helmsdal hevur spurt landsstýrismannin um ymisk viðurskifti viðvíkjandi rúsevnanýtslu í Føroyum. Hann vil hava at vita, at hvussu møguleikarnir hjá myndugleikunum eru at fylgja við í rúsevnanýtsluni. Um landsstýrið hevur staðfest, at nýtslan av hørðum rúsevnum er vaksandi í Føroyum, og um landsstýrið hevur ætlanir um átøk ímóti rúsevnum í Føroyum.

Lægri enn í grannalondum
Øll hagtøl benda kortini á, at narkotikanýtslan í Føroyum er munandi lægri enn í grannalondum okkara.
Í hesum sambandi kann nevnast, at talið á politimálum viðvíkjandi rúsevnum er tíggju ferðir so stórt í Grønlandi sum í Føroyum, og hetta lutfallið hevur verið tað sama seinastu árini. Løgreglan heldur eisini, at nýtslan er minni her enn í smærru keypsstøðunum í Jyllandi.
Í hesum sambandi nevndi Finnur Helmsdal í tinginum, at vit hava ov ofta lyndi til at samanbera okkum við Grønland og Danmark, sum ofta liggja á odda í norðurlendskum høpi, heldur enn at samanbera við onnur norðurlond, har vit síggja, at Føroyar eru einki aftanfyri, tá talan er um nýtslu av rúsevnum millum ung.

Ein hundur nóg mikið
Fíggjarmálastýrið, sum hevur tollvaldið undir sær, sigur, at teimum ikki tørvar manning í løtuni.
Tó verður víst á, at meðan ferðafólkatalið hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini, er talið á starvsfólki fallið. Sagt við øðrum orðum: Hóast færri fólk eru at hava eftirlit við innflutningi av rúsevnum, nú ferðafólkatalið er økt munandi, er eftirlitið nóg gott. Hetta tykist heldur løgið.
Fíggjarmálastýrið metir heldur ikki, at tollvaldið hevur tørv á einum hundi aftur.
Í grein í Sosialinum 31. januar í ár sigur yvirtollarin Kjartan Dam Joensen tó, at smuglarar kanna, hvar einasti narkohundurin í Føroyum er staddur, og leggja síðani sítt virksemi til rættis eftir tí.
Hann segði tá, at tollvaldið umhugsar at fáa sær ein hund afturat, tí ringt er at hava nøktandi eftirlit við bara einum hundi.

Ov lítil samskipan
Høgni Hoydal vísir í svarinum á, at alt ov lítil samskipan er á hesum økinum, tí tað eru eitt nú fleiri ymisk stýri, ið varða av hesum málinum. Hann heldur, at ein miðvísari samskipan átti at verið á hesum økinum.
Av tí at vit eru ein samrunnin partur av heimssamfelagnum er altíð væntandi, at vit fáa somu trupulleikar at dragast við sum onnur lond. Eingin ivi er heldur um, at ein komandi oljuvinna og aðrar samfelagsbroytingar, ið økja um ferðsluna til og úr Føroyum, fara at økja um útbreiðsluna av rúsevnum.
Høgni Hoydal heldur hinvegin, at tá støðini, har innflutningur fer fram, eru so fá, og samfelagið er lítið og samansjóðað, hava vit góðar møguleikar at forða rúsevnum at fáa fastatøkur á ungdómi okkara