TAÐ er ein væltalandi og í hvussu er úteftir vælmeinandi danskur forsætisráðharri, sum vitjar Føroyum í hesum døgum. Eftir at tøgnin hevur valdað nú í fleiri ár - eftir at føroyskir politikarar oo. aftur [...] tøgnin valdað. Fjølmiðlar við føroyska sjónvarpinum á odda hava avdúkað, hvat henda tøgn goymdi. Og tað er ikki tespuligt, tað, sum er komið fram. Nú stendur bert eftir at fáa hesar avdúkingar settar í rætta [...] Einki er óført. Poul Nyrup Rasmussen hevur bert góðynski at bera føroyingum og viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Við at tosa saman skulu viðurskiftini millum ríkispartarnar aftur gerast góð og f
hjá bretum, tá er væl ikki nógv annað at gera enn at fara inn í eina politiska samráðing sum samtíðis er seinasti útvegurin áðrenn ein fer til dómstólin. TAÐ verður áhugavert at síggja, hvat nýggja bretska [...] ÆTLANIN er so, at teir tríggir skulu hittast á fundi í London ella øðrum stað. ÁHEITAN løgmans kemur eftir drúgvar samráðingar í fleiri ár, sum enn einki endaligt úrslit hava givið. Kortini er nógv broytt [...] til málið. Um hon veruliga er sinnað at liva upp til setning sín undan valinum um , at Bretland ynskir at virða sínar grannar - skulu hesir somu grannar virða Bretland. NÚ er at vóna, at bretar vísa sín
ðu eru so ógvuslig, at vit eru noydd til at steðga á og spyrja, hvat tað er fyri ein maður, sum hevur stýrt Føroyum hesi árini - og hvat tað eru fyri avgerðir og manglandi avgerðir hesin persónur hevur [...] seinastuni frá sínum egnu partamonnum, hava verið so harðar og víðgongdar, at er bara ein lítil partur av teimum veruleiki, so er greitt, at føroyska skútan kann ikki halda fram á leið síni við honum sum skipara [...] setir kílar í útviklingin og forðar fólki í at sleppa til arbeiðis og gera tað, sum tey fáa løn fyri. Løgmaður er mistonkiligur og hevur ilt við at lýta øðrum ábyrgd. Kann hann ikki taka eina avgerð ella
uttanfyri. Hetta er ein møguleiki, sum ikki má undirmetast. MEN tað er ikki spurningurin, hvat hendir eftir eitt komandi løgtingsval, sum er mest áhugaverdur júst nú. Avgerandi spurningurin er, hvussu verður [...] ðið ikki longur er á fólkatingi. At tað so eisini er formaður floksins og komandi løgmansevnið Jóannes Eidesgaard, sum hevur vunnið henda sess, er ikki so lítið áhugavert. NÚ eigur ein ongantíð at yvirtulka [...] parturin av arbeiðinum hjá nýggja fólkatingsmanni javnaðarfloksins. Ein fortreyt fyri at byggja upp aftur álit og virðing er tó ein góð avtala millum londini bæði.
skipanin er solidarisk. Allir løntakarar og allir arbeiðsgevarar skulu gajlda ein ávísan prosentpart av lønini í ein eftirlønargrunn og allir løntakarar fáa somu upphædd útgoldna, líka mikið hvat ið inngjaldið [...] upp í 3.500 kr. um mánaðin er, at grunnurin lænir pening út og á henda hátt hevur góðar rentuinntøkur. JAVNAÐARFLOKKURIN hevur hildið, at »Samhaldsfasti« í høvuðsheitum er ein góð skipan, men at skipanin [...] inngjaldið er. HETTA er mikið gott, men »Samhaldsfasti« bleiv ongantíð tað, hann skuldi. Partvíst er inngjaldið ikki hækkað, sum ætlanin var. Harafturat minkaðu lønarútgjaldingarnar nógv, tá búskaparkreppan
avtalunum, loystar og harvið verður størri ábyrgd løgd á landsstýri og løgting, hvat eisini bara er gott. SAMBART avtaluni, sum er ein heild, tvs. at bankaendurgjald og skuld verða tvinnað saman, so verða 900 [...] glið í samráðingunum. Samanumtikið kann sigast, at ein breiður meirluti av løgtinginum kann taka undir við hesi avtaluni. NÚ henda avtala er gjørd er so spurningurin, hvussu verður við víðari viðurskiftunum [...] millum londini, har málið er ein suverenur føroyskur statur. Hvussu fer at gangast í hesum máli fara vit helst at síggja og hoyra meira til í komandi tíðum. Nú bankamálið er farið aftur um bak verður aftur
í vikuni, so er greitt, at sjálvstýris/loysingarpolitikkurin hjá flokki løgmans og varaløgmans er ikki tann sami, líka mikið hvat teir so hava sett á prent í einum samgonguskjali. Tað er heilt greitt, [...] sveinaroynd. Talan er um samráðingarnar við danir. FUNDUR er fráboðaður at vera í næstu viku í Keypmannhavn. Og eftir øllum at døma eru partnir vornir samdir um samráðingarhátt og -karmin. Tað er so eitt stig [...] við danir er óvist, men helst fer tað ikki at vera so primert mál á hesum sinni. EITT mál, sum eftir okkara tykki hevur eins stóran fyri ikki at siga størri týdning enn bankaendurgjald er marknatrætan
Hóast hetta er hent áður, so er tað einki minni enn skomm, at flokkar ikki kunnu semjast um málsøkini, tá tað er komið so langt sum at samgonguskjal er skrivað og undirskrivað. Hetta er so støðan í skrivandi [...] flokkar í veruleikanum einki at samstarva um. Og hvat verri er, er, at ein samgonga, sum byggir á slíkt misálit innanhýsis, hon kann gerast Føroyum dýr. Tað er neyvan heldur nøkur loyna, at kreftirnar í f [...] fólkafloksins á møti. SPURNINGURIN nú er, um krav fólkafloksins eisini er ultimativt. Tað vilja komandi dagarnir vísa. Helst er talan um taktikk, sum víst á omanfyri. Tí tað er eingin meining í at skipa eitt
framyvir. Føðingardagsbarnið, sum hevur traðkað sínar barnaskógvar og nú er at meta sum ein unglingi, er Norðurlandahúsið. Fimtan ár á baki er einki at tosa um, men tá hugsað verður, hvussu nógv lív og lívsgleði [...] og livandi mentan er deyðføtt. Eitt samfelag uttan eitt sunt og virkið vinnulív er eisini deyðføtt. Men eitt samfelag, sum bæði hevur eina livandi mentan og eitt virkið vinnulív, er nakað tú kanst byggja [...] fyri. Í okkara hugaheimi er ein av kjarnunum við Norðurlandahúsinum nettup hetta at skapa virðing millum listarfólk, millum stættir, millum lond og millum fólk. Álit, toleransa og ein sosialur hugburður millum
greinar um eitt nú marknatrætuna við bretar. Tað er tí fullkomiliga burturvið at skýra blaðið sum tíðindablað breta. Ja tað er láturligt og óseriøst. Men hvat verður ikki brúkt í valstríðnum!!! VIT hava ferð [...] næstum. Vit hava sammett týdningin av honum við onnur stórmál sum bankamálið. Veruleikin er heldur tann, at markið er kanska tann spurningur, sum hevur størst týdning fyri Føroyar av øllum stórmálum. Nú hava [...] eftirlýst í hesum máli. Tað er tó einki dulsmál, at vit mettu tað vera skeivt av sama løgmanni at venda bretum bakið, tá høvi beyðst at vitja Bretland. Vit mettu tað vera ein góðan møguleika hjá tí almennu