Javnaðarflokkurin í eini lyklastøðu

Ein tann mest týðandi uppgávan hjá nýggja fólkatingsmanninum Jóannesi Eidesgaard verður at byggja uppaftur álitið og virðingini millum Danmark og Føroyar. Ein fortreyt fyri hesum er, at danska stjórnin tryggja føroyingum eina góða avtalu.

VIÐ úrslitinum av fólkatingsvalinum er tann føroyski javnaðarflokkurin komin í eina lyklastøðu - við teimum fyrimunum og vansum hetta kann hava við sær. Flokkurin hevur fyri tað fyrsta fingið aftur annan av fólkatingssessunum. Hann hevur syrgt fyri, at borgarliga sambandsumboðið ikki longur er á fólkatingi. At tað so eisini er formaður floksins og komandi løgmansevnið Jóannes Eidesgaard, sum hevur vunnið henda sess, er ikki so lítið áhugavert.


NÚ eigur ein ongantíð at yvirtulka eitt valúrslit. Kortini má sigast, at fólkatingsvalið kann vera við til at rudda slóð fyri einum javnaðarflokki í Tinganesi eftir løgtingsvalið. Tað kunnu tó vera nógvir møguleikar at skipa samgongu til ta tíð, og hóast javnaðarflokkurin kann fáa eitt gott val, so kunnu umstøðurnar kortini gerast soleiðis, at borgarligu flokkarnir saman megna at halda javnaðarflokkinum og tjóðveldinum uttanfyri. Hetta er ein møguleiki, sum ikki má undirmetast.


MEN tað er ikki spurningurin, hvat hendir eftir eitt komandi løgtingsval, sum er mest áhugaverdur júst nú. Avgerandi spurningurin er, hvussu verður telvað fram til eitt komandi val. Vit vístu á hesum stað í gjár út frá tølunum frá fólkatingsvalinum á ein nýggjan samgongumøguleika í føroyskum politikki. Eftir tí sum vit vita, hava CDE ikki áður kunnað mynstrað nokk av atkvøðum til eina samgongu. Men bókstavakombinatiónirnar kunnu gerast nógvar eftir eitt val. Hinvegin er tað ikki siður í Føroyum, at flokkarnir undan eitt val, gera greitt, hvørjar aðrar flokkar teir kundu hugsða sær at arbeitt saman við.


BER javnaðarflokkurin seg rætt at frá nú av til valið, so er greitt, at hann eisini tá kann koma í eina lyklastøðu. Formaðurin í flokkinum hevur lagt seg á eina meira sjálvstýrissinnaða leið, hvat vit halda er rætt. Men hann hevur um somu tíð lagt sjógv til sambandið øðrumegin og tjóðveldið hinumegin, tá tað ræður um ríkis- rættarligu støðu okkara. Við øðrum orðum roynir javnaðarflokkurin at markera seg meira sum ein flokkur á miðjuni, men sum kortini eisini er ein vinstrahallur flokkur. Tað kann væl vera, at henda strategiin fer at vísa seg at vera tann skilabesta, tá avtornar. Flokkurin hevur lagt uppskot fram um sjórnmálanevnd og fyri ikki at seta fót fyri hesi nevnd, áðrenn hon er farin til verka, hevur flokkurin so eisini valt ikki at markera sína egnu støðu ov markant. Hetta kann vera skilagott, men hinvegin ber heldur ikki til fram til eitt løgtingsval ikki at gera veljarunum greitt, hvat tað er, sum flokkurin ítøkiliga vil í spurninginum um sjálvstýrislóg tvs. í viðurskiftunum við Danmark.


NÚ flokkurin hevur fingið fólkatingsumboð og hetta kann koma at hava týðandi ávirkan á nettup viðurskiftini millum Danmark og Føroyar er greitt, at vit fara at fáa nakað meira ítøkiligt frá flokkinum í nettup øllum spurninginum um sjálvstýrislóg. Við øðrum orðum kunnu vit vænta, at flokkurin við formanninum á odda, komandi tíðina og fram til løgtingsvalið,fer at markera seg meira í júst hesum málum, har hann fer at gera bæði danska bróðurflokkinum og Føroya fólki greitt, hvat flokkurin heldur og ætlar at gera í spurninginum um sjálvstýrislóg og um viðurskiftini millum ríkispartarnar.


Jóannes Eidesgaard hevur úttalað, at hann fer ikki at leggja seg ímillum løgtingið og landsstýrið og órógva tær samráðingar, sum hesi skulu hava við Danmark í komandi tíð. Tað er ein røtt avgerð. Men hinvegin vil hann gera alt fyri - við sínum fólkatingssessi - at ávirka eitt komandi samráðingarúrslit við Danmark til fyrimuns fyri Føroyar. Hetta halda vit eisini vera skilagott. Nú er at telva rætt samtíðis sum at vit og danir royna at byggja upp aftur tað álit, sum fór fyri skeyti undir øllum bankamálinum. Eftir okkara tykki er hetta seinasta kanska tann týdningarmesti parturin av arbeiðinum hjá nýggja fólkatingsmanni javnaðarfloksins. Ein fortreyt fyri at byggja upp aftur álit og virðing er tó ein góð avtala millum londini bæði.