Nyrup funnið dialogin, sum hvarv, aftur!

Tað er gott at hoyra danska forsætisráðharran tosa um týdningin dialogurin hevur. Sama dialog gloymdi hann bara tá brúk var fyri honum frá føroyskari síðu kring kreppuna

TAÐ er ein væltalandi og í hvussu er úteftir vælmeinandi danskur forsætisráðharri, sum vitjar Føroyum í hesum døgum. Eftir at tøgnin hevur valdað nú í fleiri ár - eftir at føroyskir politikarar oo. aftur og aftur hava roynt at koma á tal við bæði forsætisráðharran og danska politiska valdið annars - uttan úrslit - ber nú bráddliga alt til. Einki er óført. Poul Nyrup Rasmussen hevur bert góðynski at bera føroyingum og viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Við at tosa saman skulu viðurskiftini millum ríkispartarnar aftur gerast góð og fyrimyndarlig.


HETTA ljóðar so gott so gott alt samalt. Men hví hava latið tøgnina og harvið gitingarnar valdað í so mong ár við tí úrsliti, at hesi hava forpestað viðurskiftini millum ríkispartarnar harra Nyrup Rasmussen! Hvussu ber tað til, at tygum nú leggja so stóran dent á at tosa og føra dialog við føroyingar, tá nettup tygum og tygara stjórn og tygara embætismenn nú í mong ár hava staðið fyri nettup tí øvugta! Ja rætt og slætt hava eitrað tey annars so góðu viðurskifti, sum altíð hava verið millum føroyingar og danir! Men betri seint enn ongantíðog tí taka vit tygum upp á orðið, tá dentur nú verður lagdur á dialogin.


VIT hava á hesum stað boðið tygum vælkomnum og tað standa vit við. Vit halda eisini, at tað er skeivt av føroyskum politikarum ikki at vilja tosa við ella lurtað eftir tygum. Vit hava eisini altíð sæð dialogin sum fremsta amboð at fremja demokrati og fólkaræði. Tað gjørdu vit eisini, tá tygum fyri nøkrum árum síðani, gjørdu av ikki at koma til Føroya. Vit hartaðu tygum og stjórn tygara fyri at vanvirða Føroyar og føroyingar við tí avgerðini. Fyri at venda nettup dialoginum bakið. Síðani tá hevur tøgnin valdað. Fjølmiðlar við føroyska sjónvarpinum á odda hava avdúkað, hvat henda tøgn goymdi. Og tað er ikki tespuligt, tað, sum er komið fram. Nú stendur bert eftir at fáa hesar avdúkingar settar í rætta samanhangið og váttaðar ella fyri tað avsannaðar. Nú stendur eftir hjá hvørjum av okkum at viðganga mistøk og rætta tey. Tað skal bankakanningin geva okkum svar uppá! Um henda kanning ikki megnar at koma til botns í málinum - hvat vit tó mugu vóna og rokna við - so er vandi fyri, at forpestaðu viðurskiftini millum føroyskt og danskt fara at standa við - og hvør veit - kanska eisini versna. Eitt val stendur fyri durum, og tað kann skjótt koma at virka sum katalysatorurin fyri eini slíkari óhepnari gongd.


NÚ kom so lítið ítøkiligt fram á tíðindafundinum og úr teimum samrøðum, sum hava verið við forsætisráðharran, at her er ikki so nógv at gera viðmerkingar til. Men vit halda tað vera eitt sindur bakvent fyri ikki at siga næsadjarvt av einum donskum statsministara at koma til Føroya í endanum av 90-unum og tosa um, hvussu stóran týdning dialogurin - hetta at tosa saman - hevur fyri framtíðar samstarvið og álitið - tá júst sami maður hevur verið borganin fyri júst tí øvugta. Nettup tað gevur okkum varhugan av, at her ruggar ikki heilt rætt. Í okkara hugaheimi eru álit og virðing sjálvur grundarsteinurin undir einum samstarvi millum jøvnsett menniskju ella fólk. Nettup tørvurin á dialogi og tær mongu skýmaskotsavgerðirnar í donskum ráðharrastovum í 90-árunum hava brotið niður tað álit og virðing, sum tygum Poul Nyrup Rasmussen nú leggja so stóran dent á.


Nyrup! Tygum skuldu havt tosað og lurtað meira, tá vit føroyingar eisini høvdu brúk fyri tí. Nú hava tygum brúk fyri at tosa, tí nú tænir hetta fyrst og fremt tygara søk. Vit teljast ikki millum teirra, sum ynskja danir og alt danskt, har piparið grør. Vit eru heldur ikki so snævurskygdir, at vit ikki duga at síggja, at tit hava gjørt nógv gott fyri Føroyar og at vit mugu taka fulla ábyrgd fyri egnum gerðum, men tygum skulu vita, at hevði virðingin og ikki minst vitanin og kunnleikin til Føroyar og viðurskiftini her verið størri millum nógvar danskar embætismenn og politikarar, tá kundi nógv sæð øðrvísi út í dag.