NÝGGJA landsstýrið hevur nógv at síggja til. Síggja vit í fyrstu atløgu burtur frá teimum heimligu viðurskiftunum, sum tó ikki eru minni týðandi og álvarssom fyri tað, so skal landsstýrið í næstum upp til sína fyrstu sveinaroynd. Talan er um samráðingarnar við danir.
FUNDUR er fráboðaður at vera í næstu viku í Keypmannhavn. Og eftir øllum at døma eru partnir vornir samdir um samráðingarhátt og -karmin. Tað er so eitt stig á leiðini. Afturímóti at samráðast um bankaendurgjald og skuld hvør í sær, so verða hesi málini nú tikin undir eitt. Harumframt vil landsstýrið eisini hava blokkin uppí samráðingarnar, og eitt sindur óvist er enn, um nomið fer at verða við sjálvstýrisætlaninar eisini. Vist verður spennandi og áhugavert at vita, hvussu nýggi løgmaður fer at roynast sum samráðingarmaður og fremsta umboð Føroya. Nú hann hevur fingið uppbakking frá einum meiriluta av flokkunum á tingi til at átaka sær hesa stóru uppgávu kunnu vit bert vóna, at hann verður førur fyri at verja søk okkara men samtíðis eisini vera við til at skapa góð viðurskifti millum báðar ríkispartarnar.
ÁHUGAVERT verður so eisini at síggja, hvussu tjóðveldisflokkurin fer at tíggja sær undir samráðingunum, tí hóast samgongan stendur saman sum ein maður sum nýggi fíggjarmálaráðharrin málbar seg í sjónvarpinum í vikuni, so er greitt, at sjálvstýris/loysingarpolitikkurin hjá flokki løgmans og varaløgmans er ikki tann sami, líka mikið hvat teir so hava sett á prent í einum samgonguskjali. Tað er heilt greitt, at vit sum frálíður fara at síggja munin millum hesar flokkar, tá tað snýr seg um mátan og tíðina sjálvstýrið/loysingin skulu gerast uppá. Í hvønn mun hesin munur fer at koma til sjóndar undir samráðingunum við danir er óvist, men helst fer tað ikki at vera so primert mál á hesum sinni.
EITT mál, sum eftir okkara tykki hevur eins stóran fyri ikki at siga størri týdning enn bankaendurgjald er marknatrætan við bretar. Tað er eitt mál, sum landsstýrið ikki eigur at geva minni gætur og eigur løgmaður, sum umsitur málið, ikki at undirmeta hetta í mun til samráðingarnar við danir annars.
NÚ er tað so, at marknamálið er eisini eitt mál millum føroyingar og danir, tí allar marknaásetingar í ríkinum eru mál, sum skulu góðkennast í fólkatinginum. Nú hevur so fyrrverandi løgmaður heitt á Nyrup um at fáa málið uppá hægsta politiska stað og heitir hann í dag inniliga á Kallsberg, um ikki at forpurra hetta. Hann sigur, at tað er ein vanlukka, lata vit nú aftur samráðingarnevndunum málið upp í hendi.
ANNARS er áhugavert at bíta merki í tað, sum diplomatur á bretsku sendistovuni í Danmark sigur við føroyska pressu um nettup henda spurningin. Hann sigur við Sosialin, at ein loysn enn kann finnast á embætismannastøði. Hvat kunnu vit so lesa úr einum slíkum úttalilsi? Jú tað, at bretar ikki halda tíðina vera búnað til eitt politiskt umfar. Tvs. at partarnir í hesum eru ósamdir, í hvussu er fyrrverandi løgmaður, sum hevur umsitið málið seinastu árini.
MÁLIÐ er so álvarsligt, at her eigur einki at verða latið upp til tilvildina. Nú mugu landsstýrið og Uttanlandsnevnd viðgera málið í størsta álvara og gera tað skilabesta. Hvørvítt tað er at taka tað upp á politiskum stigi ella halda fram við embætismannasamráðingum eina tíð aftrtat er nakað, sum nýggi løgmaður saman við Uttanlandsnevndini og fyri tað eisini danska forsætisráðharranum mugu finna út av. Vit mugu meta um støðuna og vita, hvat tænir Føroya søk best. Vit mugu viga fyrimunir og vansar við at loysa málið sum skjótast fyri harvið at kunna vera betur fyri í eini útbjóðing og við at lata málið taka sína tíð ella um vit skulu fara beinleiðis til Blair og í síðsta enda, um vit skulu fara til Haag. Her eru nógvir møguligur leikir. Tað ræður um at finna tann besta.