- Russisk umboð fara ikki at taka lut í samráðingunum um Ukraina í Turkalandi í morgin.
Tað sigur talsmaður hjá Kreml við Reuters.
Í dag gjørdist tað greitt, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fer til Turkalands fyrrapartin í morgin við tí fyri eyga at byrja samráðingar um fangabýti við Russland.
Á Telegram skrivar forsetin, at endamálið við ferðini eisini er at koma nærri einum enda á krígnum, og ynskið hjá Zelenskyj er at fáa 1200 ukrainskar fangar heim til Ukraina fyri jól.
Í dag er ukrainski forsetin í Spania, og her fer hann at hava samrøður við spanska forsætisráðharran, Pedro Sánchez.
Men, í morgun skilst, at Russland fer ikki at senda nakað umboð til Turkalands at hitta ukrainsk umboð í morgin, og hetta siga Kreml-talsfólk sambært Reuters.











