Tað vera fýra skiftingar í verjuni

Kasakstan er styrkismett tólv pláss hægri enn Føroyar

Klokkan 17 í dag verður ársins síðsti A-landsdystur hjá monnum. Føroyar eiga heimavøll í Pula í Kroatia, og mótstøðuliðið í vinadystinum er Kasakstan. Á FIFA styrkislistanum eru Føroyar nummar 127, meðan Kasakstan er nummar 115.

 

Eyðun Klakstein landsliðsvenjari segði við FSF heimasíðuna í gjár, at hann fer at skifta umleið helvtina av liðnum í dag, tá ið sammett verður við teir fyrstu ellivu í 3-1 tapinum ímóti Kroatia.

 

-Tað hevur stóran týdning at enda hetta árið væl. Vit skulu vísa, at vit megna at varðveita støðið, sum vit higartil hava víst. Tað vil siga, at vit skulu vera væl skipaðir í verjupartinum, vit skulu vísa, at vit megna at varðveita bóltin í løtum, og so skulu vit aftur í kvøld vísa, at vit í øllum dystum megna at spæla okkum til góðar málmøguleikar, sigur landsliðsvenjarin.

 

Tá ið hann sigur, at talan verður um fleiri skiftingar, so er tað ivaleyst í verjupartinum, at fleiri spælarar vera skiftir út. Andrias Edmundsson er farin heim til Póllands at fyrireika seg til toppdyst í landskappingini. Odmar Færø og Gunnar Vatnhamar vera heilt víst í miðverjuni. Triði miðverjin verður Arnbjørn Svensson ella Gullbrandur Øregaard.

 

Ímóti Kroatia vóru René Shaki Joensen og Viljormur Davidsen vongverjar. Ein av grundgevingunum var, at teir eiga nógvar royndir. Tí er tað upplagt at rokna við, at í vinadystinum í kvøld fara Jann J. Benjaminsen og Martin Agnarsson at fáa møguleikan.

 

Síðsta skiftingin í verjuni verður millum stólparnar, har Bárður á Reynatrøð í kvøld verður fyri 14. ferð.

 

Fremri á vøllinum eigur Adrian Justinussen at fáa møguleikan frá fyrsta bríksli, og tað er neyvan langt við síðuna av at rokna við, at Petur Knudsen fyri fyrstu ferð av álvara fer at fáa møguleikan, síðani hann grundlógardag varð skaddur í 1-0 tapinum í vinadystinum í Georgia.

 

Og so kann tað hugsast, at Jóannes Bjartalíð fer at fáa møguleikan frá fyrsta bríksli. Ímóti Kroatia varð hann skiftur inn á sentralt miðvallarpláss. Spurningurin er, um hann í kvøld verður miðvallari, ella um hann verður framrættaður í borðinum.

 

Dysturin millum Føroyar og Kasakstan í Pula í Kroatia klokkan 17 verður vístur í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.