Norðurlandahúsið 15 ár - tillukku

Norðurlandahúsið hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Vit ynskja øllum teimum, sum hava tilknýti til hetta framúrskarandi hús tillukku við føðingardegnum

TILLUKKU og nógv góðynski framyvir. Føðingardagsbarnið, sum hevur traðkað sínar barnaskógvar og nú er at meta sum ein unglingi, er Norðurlandahúsið. Fimtan ár á baki er einki at tosa um, men tá hugsað verður, hvussu nógv lív og lívsgleði føðingardagsbarnið hevur verið við at kveikja og spjaða hesi árini, kann sigast, at her er ikki talan um nakran ungling. Vit teljast millum teirra, sum meta Norðurlandahúsið sum ein av gimsteinunum í føroysku og eisini tí norrønu krúnuni. Uttan iva kundi okkurt verið gjørt øðrvísi og betri, men vit eiga á føðingardegnum at gleðast um alt tað góða, ið hetta hús hevur havt við sær. Um teir mongu neistar tað hevur tendrað, og teir kyndlar tað hevur hildið loðandi.


NORÐURLANDAHÚSIÐ hevur verið við til at menna føroyskt mentanarlív. Tað hevur bygt brýr millum mentanarfólk heima og burturi. Tað hevur verið við til at geva føroyskari mentan og list íblástur uttanífrá, og tað hevur gjørt sítt til, at umheimurin er vorðin kunnugur við Føroyar og fólkið her búleikast. Tað hevur eisini verið við til at skapa virðing millum ymsar stættir í samfelagnum. Vit hugsa her m.a. um tann óbeinleiðis týdningin tað hevur havt fyri at sameina vinnulívsfólk og mentanarfólk, nakað, sum vit ikki eiga at undirmeta týdningin av.


EITT samfelag uttan eina virkna og livandi mentan er deyðføtt. Eitt samfelag uttan eitt sunt og virkið vinnulív er eisini deyðføtt. Men eitt samfelag, sum bæði hevur eina livandi mentan og eitt virkið vinnulív, er nakað tú kanst byggja víðari ár og lata víðari til komandi ættarlið við stoltleika. Júst hesa dimensiónina við tveimum so týðandi tættum í samfelagnum sum mentan og vinnulív hevur Norðurlandahúsið dugað at hjúklað um. Mongu tiltøkini í húsinum seinastu árini, sum fevna bæði um mentan og vinnulív og samfelagsviðruskifti annars benda á hetta. Vit vilja fegnir undirstrika hetta á føðingardegnum, tí tað er okkara sannføring, at saman og í virðing fyri hvør øðrum, kunnu ein rík og livandi mentan og eitt sunt og virkið vinnulív vera við til at føra okkara samfelag trygt inn í næstu øld.


NORÐURLANDAHÚSIÐ er annars so nógv, at tú hevur ikki pláss til at seta á prent alt tað, sum hetta húsið hevur verið karmur um. Stjórin í Norðurlandahúsinum sigur, at hann er vorðin so góður við hetta landið. Hann og undanmenn hansara skulu vita, at vit í Føroyum eru vorðin so góð við alt tað, sum m.a. tit hava kunna tilført hesum samfelagnum at livandi mentan úr umheiminum. Tit skulu vita, at tit við tykkara frálíka arbeiði hava víðkað sjónarring okkara. Tit hava verið við til at geva føroyingum neyðuga førleikan til at vísa virðing fyri nógvum av tí, sum onnur lond og onnur fólk skapa og standa fyri. Í okkara hugaheimi er ein av kjarnunum við Norðurlandahúsinum nettup hetta at skapa virðing millum listarfólk, millum stættir, millum lond og millum fólk. Álit, toleransa og ein sosialur hugburður millum menniskju og virðingum hvør fyri øðrum er tað, sum Norðurlandahúsið hevur verið við til at gróðurfesta í tað sinni føroyinga. Hetta er eisini nakað við sætt demokrati at gera. Tað eiga tit tøkk fyri.


Nú vit fara inn í eina nýggja øld eiga vit sjálvandi eisini at hyggja í bakspeglið og spyrja, hvat kundi verið gjørt betri. Men heldur enn at finnast at og vera negativ eiga vit í felag, Føroya fólk saman við núverandi og komandi nevnd, stjórum og starvsfólkum í Norðurlanda-húsinum, at fáa í lag orðaskifti um, hvussu karmurin kann fyllast enn betur út. Hetta verður tó ikki gjørt uttan fíggjarliga orku, og tað skal vera vón okkara, at myndugleikar, grunnar, vinnulívið oo. verða við til at skapa Norðurlandahúsinum enn betri fíggjarligar møguleikar í framtíðini. Eitt nú vilja útlendsku oljufeløgini so fegin vinna pening úr føroysku undirgrundini. Hví ikki brúka part av oljupengunum til nettup at menna hetta HÚS. Vit fara vónandi at síggja ein útvikling, har Norðurlandahúsið sum ein livandi vera verður meira sjónsk úti kring landið,tí bygdirnar eru kanska tann mest týðandi parturin av føroysku mentanini.