Alneyðugt við dyggari eftirlønarskipan

.

ORÐASKIFTIÐ á tingi um uppskotið til sosialar pensiónir avdúkaði til fulnar, at vit hava ongan samanhangandi eftirlønarpolitikk.


FLESTU flokkar ásannaðu fyri nógvum árum síðani, at fólkapensiónin er ikki nóg mikið. Framtíðar samfelagið hevur heldur ikki orku til at bera eina veruliga fólkapensión, tí talið av gomlum verður lutfalsliga stórt. Hetta var eisini orsøkin til, at landsstýrismaðurin í almanna-málum, Vilhelm Johannesen, í áttatiárunum lat uppskot gera um eina samhaldsfasta eftirlønarskipan, sum Løgtingið samtykti.


»Samhaldsfasti« byggir á samhaldsfesti. Tað merkir, at skipanin er solidarisk. Allir løntakarar og allir arbeiðsgevarar skulu gajlda ein ávísan prosentpart av lønini í ein eftirlønargrunn og allir løntakarar fáa somu upphædd útgoldna, líka mikið hvat ið inngjaldið er.


HETTA er mikið gott, men »Samhaldsfasti« bleiv ongantíð tað, hann skuldi. Partvíst er inngjaldið ikki hækkað, sum ætlanin var. Harafturat minkaðu lønarútgjaldingarnar nógv, tá búskaparkreppan tók okkum av fóti. Hetta eru orsøkirnar til, at útgjaldið er alt ov lítið ídag, hóast allur bati bøtir. Heldur ikki hevur skipanin ikki fingið ta neyðugu politisku undirtøkuna. Fólkaflokkurin tekur sjálvsagt ikki undir við eini solidariskari skipan og Sambandið hevur verið »lunkað«.


SKIPANIN er góð, og var inngjaldið hækkað upp í eini 5-6 prosent, ella meiri, sum er tað vanliga, fólk gjalda til eftirlønarskipanir, so hevði útgjaldið verið hægri. Hevði peninganøgdin í grunninum verið størri, hevði verið meiri peningur at arbeiða við. Orsøkin til, at Havnar Arbeiðsmannafelag kann gjalda sínum limum upp í 3.500 kr. um mánaðin er, at grunnurin lænir pening út og á henda hátt hevur góðar rentuinntøkur.


JAVNAÐARFLOKKURIN hevur hildið, at »Samhaldsfasti« í høvuðsheitum er ein góð skipan, men at skipanin skal hava ábøtur. Inngjaldið má eisini hækkast, so útgjaldið verður størri. Á hinum nógnum hevur Fólkaflokkurin skotið upp eina »Fólkatrygging«, sum ikki byggir á samhaldsfesti, solidaritet. Fólk gjalda inn eftir førimuni, men útgjaldið verður í mun til inngjaldið.


HETTA merkir, at tey, sum hava bestu inntøkuna í arbeiðsárum, eisini skulu fáa mest í ellisárum. Fólk, sum ikki hava so nógv vinnuligt arbeiði, t.d. í smábygdum, fáa tískil lítið og einki úr sonevndu »Fólkatryggingini«. Eftir fólkafloksuppskotinum skal tað almenna spjaða til hjá hesum 2. floks-borgarunum.


FÓLKAPENSIÓNIN í dag er alt ov lítil, og føroyski veljarin eigur ídag at krevja, at politisku flokkarnir taka hetta málið í størri álvara enn higartil. Víst hava øll møguleika at tekna sínar egnu kapitaltryggingar við skattafyrimuni, men vit mugu eisini hava eina grundleggjandi eftirlønarskipan.