Komandi fríggjakvøld klokkan 19.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti annan dystin í innleiðandi bólki D í HM-endaspælinum í Trier í Týsklandi.
Dysturin verður móti Spania, ið tekur lut í Posten Cup í hesum døgum fyri at spæla tríggjar dystir undan HM-endaspælinum.
Hóskvøldið spældi Spania móti vertstjóðini, Noregi, og tað gekk av skriðuni. Noreg vann stórsigur 41-19 á Spania. Í steðginum var Noreg á odda 23-6.
Í dag reisti Spania seg við einum 29-27 sigri á Serbia. Í steðginum var Serbia á odda 15-13.
Alicia Fernandez var toppskjútti hjá Spania við sjey málum. Ona Vegue skoraði seks mál.
Í morgin klokkan 13 spælir Spania triðja og seinasta dystin í Posten Cup. Dysturin verðu ímóti Ungarn.











