Salmundur fer ongan veg

Salmundur hevur skrivað ein tvey ára sáttmála við FC Suðuroy.

Hóast FC Suðuroy flutti niður í 1. deild, so svíkja teir lokalu ikki felagið sítt. Fleiri hava longu skrivað undir og nú legst Salmundur Bech, sum varð tilnevndur at hava skotið vakrasta málið í ár, aftur at teimum. Salmundur hevur skrivað ein tvey-ára langan sáttmála við FC Suðuroy. Salmundur hevur spælt 144 dystir í Betri deildini og 100 dystir í 1. deild og er tí millum royndastu leikararnir, ið skulu fáa FC Suðuroy upp aftur í Betri deildina.