Seinnapartin klokkan 17 spælir føroyska kvinnulandsliðið HM-undankappingardyst móti Grikkalandi á Tórsvølli.
KVF vísir dystin og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Tá liðini hittust í Grikkalandi 7. mars vunnu grikkar dystin 2-0.
Í seinastu EM-undankappingini vunnu grikkar 2-0 á Tórsvølli, og 1-0 á heimavølli. So okkara kvinnur hava enn fyrsta málið, og fyrsta stigið til góðar móti Grikkalandi.
Grikkaland hevur eisini eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til Føroyar liggja millum 13,00 og 21,00.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 5,75 og 7,50.
Oddsini upp á útisigur til Grikkaland liggja millum 1,10 og 1,18.
HER eru oddsini:
##med2##












