EIN av teimum fyri Føroyar mest týðandi spurningunum, ásetan av landgrunnsmarki millum Føroyar og Bretland, tykist bráddliga at hava áhuga í valstríðnum. Vit hava víst á, at spurningurin eigur at fáa framstandandi prioritet, tá eitt nýtt landsstýri verður valt í næstum. Vit hava sammett týdningin av honum við onnur stórmál sum bankamálið. Veruleikin er heldur tann, at markið er kanska tann spurningur, sum hevur størst týdning fyri Føroyar av øllum stórmálum. Nú hava valevni tikið spurningin upp. Eitt av valevnum javnaðarfloksins, Heri Niclassen skrivar í blaðnum, at tað var skeivt av løgmanni ikki at taka av innbjóðing at vitja Bretland. Hann undrast á, at løgmaður tekur stig til at fáa fund við Blair, júst um sama mundið sum hesin hevur tikið við formansskapinum í ES.
Í DIMMALÆTTING í gjár nemur Jákup Joensen, tingmaður eisini við marknamálið. Hann skuldsetur Sosialin fyri at ganga ímóti áhugamálum føroyinga og ger tað til tíðindablað breta. Samtíðis fær javnaðarflokkurin av grovfílini fyri at grugga bankamálið. Jákup Joensen kann spara sær hesi ósakligu álop á eitt blað, sum beint tvørturímóti tí hann skrivar, ferð eftir ferð hevur funnist at støðu breta. Líka síðani bretar settu fullkomiliga órímuliga krav sítt fram um eitt mark, sum gekk heilt inn móti klettinum, hevur Sosialurin talað søk Føroya og funnist harðliga at bretum. Hesa dokumentantiónina kann sambandstingmaðurin fáa, um hann ognar sær ?oljupakkan?, sum inniheldur ALLAR greinar um eitt nú marknatrætuna við bretar. Tað er tí fullkomiliga burturvið at skýra blaðið sum tíðindablað breta. Ja tað er láturligt og óseriøst. Men hvat verður ikki brúkt í valstríðnum!!!
VIT hava ferð eftir ferð gjørt bretar varugar við, at føroyingar góðtaka ikki aðra loysn enn eina ella aðra miðlinju. Vit hava funnist harðliga at bretum fyri at koma við slíkum órímuligum og frekum kravi móti einum granna, sum altíð hevur havt góð viðurskifti við Bretland. Vit hava mint bretar á dupultmoralsku støðu teirra í øðrum marknatrætum, har teir hava góðtikið miðlinju sum mark, tí tað fall í góða jørð hjá teimum. Vit hava víst á tað láturliga í, at teir fyrst hava avtalað eitt fiskimark og síðani vilja hava eitt heilt annað undirgrundarmark. Osfr.
TAÐ, sum sambandstingmaðurin hevur so ilt av, er, at vit í ávísum førum hava loyvt okkum at sáa iva um evnini og førleikan hjá løgmanni at umsita hetta so stóra og týðandi mál. Hetta byggja vit m.a. á hansara egnu avgerðir, eitt nú hana at seta til viks uppskot frá bæði samráðingarnevnd og uttanlandsnevnd. Vit hava annars róst løgmanni fyri ta breiðu semju, sum hann alla tíðina hevur eftirlýst í hesum máli. Tað er tó einki dulsmál, at vit mettu tað vera skeivt av sama løgmanni at venda bretum bakið, tá høvi beyðst at vitja Bretland. Vit mettu tað vera ein góðan møguleika hjá tí almennu Føroyum at gera vart við støðu okkara og ónøgd okkara við bretsku krøvini í hesum máli. Løgmaður hevur heldur valt lutvíst tøgnina og lutvíst at venda Bretlandi og bretskum áhugamálum bakið. Tað hava vit sett spurnartekin við.
TAÐ er stórt spell, at málið hevur drigið út. Tað hava bæði bretar og løgmaður skylduna av. Væl vitandi, at tað kann vera góður taktikkur at fara varliga fram, at siga minst møguligt og líkasum tiga eitt mál í hel, so kann ein avleiðing av hesum - um hesin fæstlæsingartaktikkur sleppur at standa einsamallur - eisini verða tann, at eitt mál steðgar fullkomiliga upp. Tí tá talan er um tveir partar, og tú ynskir eina samráðingarloysn, so ber ikki til bara at venda bakið til hin partin. Tað eru diplomatiskar grundreglur, ið tú ikki kann seta til síðis, um so er, at tú ynskir eina samráðingarloysn. Við hesum hava vit ikki sagt, at hetta málið skal skundast ígjøgnum. Vit taka undir við løgmanni, at hetta er eitt so álvarsligt mál, at tað má farast fram við varsemi. Men tá tað frættist, at løgmaður gongur ímóti samráðingarleiðara og uttanlandsnevnd er tað skylda okkara at rópa varskó. Tá Jákup Joensen leggur javnaðarflokk undir at grugga bankamálið er hetta skeiv adressa. Hann kundi spurt sín egna løgmann, hví hesin ikki fyrst avgreiddi samráðingarnar við danir - fyri síðani at taka eitt val. Hetta er helst kjarnin í øllum. Løgmaður hevur set fót fyri sambandsflokkinum við at skriva út val, áðrenn flokkurin hevði avgreitt samráðingarnar við danir við einum góðum úrsliti.
HUGSIÐ tykkum bara møguleikan. Løgmaður kundi einsamallur avgera at hava val í seinasta lagi 7. juli. Tvs. til ta tíð hevði landsstýrið við sambandinum á odda havt møguleikan fyri at kunnað fingið hesar avtalur í land: 1. Endurgjald í bankamálinum. 2. Avtalu um skuldina og 3. Avtalu við bretar um markið. Men ístaðin fyri at hugsa um Føroyar og fyri tað eisini sambandsflokkin setti løgmaður sín egna persón í fokus. Tað var nú ikki ein spurningur um at brúka tíðina eftir var av valskeiðinum at fáa hesar avtalur uppá pláss. Tað var meira ein spurningur um at fáa seg sjálvan uppá pláss í flokkinum. Vit duga sjálvandi væl at síggja, at løgmaður hevði ein trupulleika var hann ikki afturvaldur til formann í sínum flokki. Men henda tjansin átti at hann at hava tikið ístaðin fyri at sleppa bæði flokk og samfelag uppá fjall. Tað var jú tað hann gjørdi harra Jákup Joensen.