Alt fær ein enda. Eisini stóra súkklukappingin Leif Mohr Kring Føroyar 2026. Í fjør lá kappingin um várið, í ár í seinnu helvt av august. Køli hevur verið onkran dagin, men sum heild gott veður.
Á finaludegnum var startur og mál var við bygningin hjá Leif Mohr, á Hoyvíksvegin í Havn. Ein teinur á góðar 4 kilometrar skuldi súkklast 13 fer. Leiðin gekk eftir Hoyvíksvegnum, oman á Eystara Ringveg, eftir Yviri við Strond, niðan Jónas Broncksgøtu, og so aftur á Hoyvíksvegin.
Tað gingu ikki nógvir minuttir, so bleiv ferðin sett upp, og sterka trio´in setti aftur sín dám á kappingina. Í dag fingu teir fylgi av Jákup Petur Eliassen, ið bert kundi luttaka í 5. etapu. Trio´in bleiv tí til eina kvartett, og hesir fylgdust líka til seinasti kilometurin skuldi koyrast. Pauli rykti frá feltinum, frá Kostas Garoflos, Bergtór Thorsteinsson og Jákup Petur, og var tað har sum Gripsvegur og Hoyvíksvegur møtast. Pauli slapp leysur, og sekundir seinni koyrdi hann einsamallur um málstrikuna. Ein hørð vika hjá øllum, eisini hjá Bergtór, og hann takkaði fyri seg, tá Kostas og Jákup Petur bardust um silvurið.
Kostas vann spurtin móti Jákup Petur, og var tað so tætt millum teir báðar, at báðir fingu somu tíð. Aftur ein sponn á muni. Ella eitt hálvt súkkluhjól, sum onkur tók til.
Pauli samlaður vinnari
Tað bleiv til fýra sigrar hjá Paula Poulsen, og soleiðis gjørdist hann samlaður vinnari av Leif Mohr Kring Føroyar 2026 súkklukappingini.
Sigurin í 1. etapu var tryggur, og sigurin í gjár, tá nógvir hæddarmetrarnir í Eysturoyar-etapuni skuldi koyrast, var somuleiðis sannførandi.
Hálvur minuttur var á muni í dag, og hóast tað ikki ljóðar nógv, so er tað nógv í súkkluhøpi. Tilsamans bleiv munurin góðar seks minuttur aftur til nummar tvey, sum í ár gjørdist Bergtór Thorsteinsson. Kostas bleiv samanlagt nummar trý, smáar tríggjar minuttir eftir Bergtór.
Tveir unglingar meldaðu til í ár. Tað vóru Benamin Crooks og Jónatan Gregersen. Ein gjøgnumførdi allar fimm etapurnar, og hin var so mikið óheppin, at hann mátti gevast í dag vegna eina punktering.
Jónatan vann tí kappingina hjá unglingum samanlagt. Av øllum sum koyrdu allar fimm etapurnar, so gjørdist Jónatan nummar fimm samanlagt. 5 dagar, 250 kilometrar og góðar 4000 hæddarmetrar, og brúkti ungi strandingurin 7 tímar 55 minuttir og 3 sekund um allar fimm etapurnar.
Føroyameistaraheitið
Leif Mohr Kring Føroyar er av á hesum sinni. Ein kann kanska ikki siga, at kappingarárið er hálvrunnið, men Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon, SST, hevur í ár goymt tað besta til síðst, kann ein kanska siga.
Føroyameistarin í Býarsúkkling er funnin, men um tvær vikur skal føroyameistarin í vegsúkkling, í Felagsstarti, finnast. Tað verður leygardagin 5. septembur. Dagin eftir skal føroyameistarin í Einkultstarti finnast.
Eina viku seinni verður kappast um tvey FM heiti í fjallasúkkling. Og so gongur aftur ein vika, tá verður kappast um FM heitið í Sprint Triathlon. Kappingarkalendarin hjá SST sæst á heimasíðuni hjá SST, sst.fo.
Úrslit frá 5. etapu av Leif Mohr Kring Føroyar:
https://my.raceresult.com/417162/results#0_B087D4











