TÆR mongu ákoyringarnar, sum Edmund Joensen hevur fingið í seinastuni frá sínum egnu partamonnum, hava verið so harðar og víðgongdar, at er bara ein lítil partur av teimum veruleiki, so er greitt, at føroyska skútan kann ikki halda fram á leið síni við honum sum skipara.
ORÐ sum óútrokniligur og undirgravar okkara samráðingarstøðu eru so ógvuslig, at vit eru noydd til at steðga á og spyrja, hvat tað er fyri ein maður, sum hevur stýrt Føroyum hesi árini - og hvat tað eru fyri avgerðir og manglandi avgerðir hesin persónur hevur lagt navn til. Nettup hetta at hesi úttalilsi koma frá næstu monnum løgmans, teimum, sum hann er í flokki saman við, ger, at vit onnur, sum ikki hoyra til henda flokk, eiga at taka tey so mikið meira alvorliga. Orð teirra mugu væl vera eitt neyðarróð til allar aðrar politikar, flokkar og fólk sum heild, um at vara seg, tá tað snýr seg um Edmund Joensen Hvørja aðra grund skulu teir persónar, sum hava staðið Edmundi Joensen nærmast, hava við at fortelja Føroya fólki og entá dønum um ein óútrokniligan løgmann - enn hana at ávara onnur!
HETTA fær okkum onnur at kenna tað sum sína skyldu at seta spurnatekin við tað, sum løgmaður hevur fyritikið sær higartil á sínum málsøkjum. Tí er tað so, at orðini óútrokniligur og undirgravar eisini fevna um onnur mál og aðrar hendingar enn júst tær aktuellu, so tosa vit jú um eina løgmann, hvørs framferðarháttur og arbeiðsháttur kunnu hava skatt bæði virki og umdømi Føroya á so nógvum økjum.
OLJUVINNUNA og marknasamráðingarnar eru málsøki, sum løgmaður umsitur fullmiliga einsamallur. Og líta vit aftur um bak og hyggja eftir støðuni á hesum økjum eisini í dag, so uppdaga vit, at her ruggar kanska ikki rætt heldur. Løgmaður hevur tosað um breiðar semjur og hevur tá roynt at leggja lok á flestu mál, tí hann hevur mett, at hetta tænir Føroyum best. Við øðrum orðum hevur tað eydnast okkara oljumálaráðharra at mjørkaleggja hesa vinnu og sama kann sigast um marknatrætuna. Antin fáa vit einki at vita ella verður tosað uttanum.
VIT hava skilt á fólki, sum arbeiða við hesum málum, at løgmaður við sínum løgna framferðar- og arbeiðshátti alla tíðina setir kílar í útviklingin og forðar fólki í at sleppa til arbeiðis og gera tað, sum tey fáa løn fyri. Løgmaður er mistonkiligur og hevur ilt við at lýta øðrum ábyrgd. Kann hann ikki taka eina avgerð ella um hann onga meining hevur, so verða málini løgd á ís. Lok verður lagt á tey. Fólkini, sum arbeiða við teimum, hava munnkurv og mugu tí bara bíða og bíða. Tað gav at bíta, tá hann herfyri sendi formannin í Oljuráðleggingarnevndini á oyðimarkargongd. Hví! Helst tí at løgmanni ikki dámdi Árna Olafsson. Slík avgerð løgmans er kanska eitt hitt besta dømið um, at løgmaður dugur ikki og vil ikki gera brúk av sínum bestu og mest kvalifiseraðu ráðgevum og kreftum. Er tað nakað, sum ikki hóvar honum, verður lok lagt á málið. Við tí fylgju, at øll tey fólkini, sum í dag arbeiða við teimum ymsu oljumálunum tað veri seg við eini útbjóðingarrundu ella samráðingum um markið, antin verða sett út av spælinum ella fáa boð um einki at gera.
TOLIN trívst sigur orðatakið. Men einki land verður bygt við at øll mál skulu bíða og tigast í hel. Hetta er ikki nøktandi fyri nakran. At løgmaður var so frægur at skriva út val kann í hesum førinum bara metast sum nakað gott. Tá hava vit møguleika at fáa annan persón, sum umframt at hava greiðar politiskar meiningar eisini brúkar teir bestu ráðgevararnar og letur fólkini, sum eru sett til tær ymsu uppgávunar, sleppa at arbeiða. Framferð løgmans í marknamálinum hevur verið alt ov lítið umrødd. Við nettup at lata løgmann einsamallan hagreiða hetta málið, hava vit møguliga gjørt Føroyum eina bjarnatænastu. Tey mongu fólk, sum hava eitt ella annað tilknýti til umrøddu málsøki, hava brúk fyri einum nýggjum arbeiðsgevara, sum heldur enn at taka arbeiðshugin frá teimum, gevur teimum nýggjan íblástur. Letur tey sl eppa til arbeiðis og harvið skapa fortreytir fyri at kunna loysa uppgávunar.