Geva helst byggiloyvi til kirkjuna á Argjum

Byggiloyvi til kirkjuna á Argjum er á skránni á býráðsfundi hósdagin

Sum skilst verður nógv umrødda byggiloyvið til kirkjuna á Argjum á skránni til býráðsfundin hósdagin. Sum in.fo skilir, so einki broytt í tilmælinum frá umsitingini hjá Tórshavnar býráð. Málið mátti ganga umaftur, tí allir viðkomandi partar í málinum ikki vórðu hoyrdir. Tað eru teir nú, og umsitingin hevur gjørt nýtt tilmælið, ið sum skilst sigur tað sama, at byggiloyvi skal gevast til kirkjuna á Argjum.

 

Málið, sum varð nógv frammi í valstríðnum seinast, er gamalt. Tað byrjaði í 2006 og hevði verið fyri á 55 ymsum fundum í býráðnum hesi árini, varð upplýst, tá byggiloyvi varð givið 29. februar í fjør.

 

Tá varð málið samtykt ið 8 atkvøðum fyri og 5 í móti.

 

Fyri byggilloyvi atkøvddu:

 

  • Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum 
  • Heðin Mortensen úr Janaðarflokkinum
  • Tróndur Sigurðsson úr Janaðarflokkinum
  • Kári Johansen úr Janaðarflokkinum
  • Bjørg Dam úr Janaðarflokkinum (ikki vald á seinasta vali)
  • Birita Baldvinsdóttir úr Janaðarflokkinum (ikki vald á seinasta vali)
  • Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinum
  • Jákup Dam úr Tjóðveldi (stillaði ikki uppaftur á seinasta vali)

 

Ímóti atkøvddu:

 

  • Turið Horn úr Tjóðveldi (stillaði ikki uppaftur á seinasta vali)
  • Annika Olsen úr Tjóðveldi (stillaði ikki uppaftur á seinasta vali)
  • Jón Kragesteen úr Tjóðveldi (ikki valdur á seinasta vali)
  • Súsanna Olsen úr Framsókn (ikki vald á seinasta vali)
  • Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum

 

Trý teirra, sum atkvøddu fyri, og fýra sum atkvøddu ímóti eru ikki í býráðnum í dag.

 

Tí er spurningurin, hvat tey nýggju fara at atkvøða.

 

Tey eru:

 

  • Elsa Berg, Tjóveldi (var í farloyvi seinast málið var fyri)
  • Anja Weyhe, Tjóðveldi
  • Heidi Lava Elgerisdóttir, Tjóðveldi
  • Annita á Fríðriksmørk Tjóðveldi
  • Bergur Robert Dam, Javnaðarflokkurin
  • Høgni Vilhelmsen, Fólkaflokkurin
  • Guttormur í Skála, Borgaralistin.

 

Men sum in.fo skilir tað, so er meiriluti í býráðnum aftur hesaferð fyri at geva kirkjuni byggiloyvi. Um býráðið hinvegin skuldi noktað kirkjuni byggiloyvi, so verður eitt stórt endurgjaldskrav ímóti kommununi, sum kann snúgva seg um nógvar milliónir.

 

Harafturat hevði tað verið ímóti fakligu tilráðingini hjá býráðnum.

 

Tí er nógv, sum bendir á, at málið um at geva nýggju kirkjuni á Argjum byggiloyvi verður samtykt hósdagin.