NÚ øll roknaðu við, at samgongan var í pottinum, hendi tað, sum ikki eigur at henda, nevniliga at flokkar, sum semjast um politikkin, ikki kunnu semjast um málsøkini og persónarnar. Hóast hetta er hent áður, so er tað einki minni enn skomm, at flokkar ikki kunnu semjast um málsøkini, tá tað er komið so langt sum at samgonguskjal er skrivað og undirskrivað. Hetta er so støðan í skrivandi løtu, men vit ivast ikki í, at ein ella onnur loysn verður funnin. Eftir okkara tykki ber fólkaflokkurin seg sera margháttliga at. Tí hvussu kann ein flokkur, sum er javntstórur við annan flokk, krevja løgmann, fíggjarmálaráðharran og fiskimálaráðharran!
Slíkt krav kann sjálvandi vera taktikkur, tí við at krevja ov mikið, kann fólkaflokkurin, tá avtornar, fáa næstan alt hann hevur biðið um. Eftir okkara tykki vil tað vera ein fullkomin falliterklering, um tjóðveldisflokkurin bakkar og letur fólkaflokkinum bæði fíggjar- og fiskivinnumálini. Men vit hava uppliva hetta a´ðru. tað var tá fólkaflokkurin kom upp í seinastu samgonguna. Tá kravdi hann fíggjar- og fiskivinnumálini, og so bangin var Edmund, løgmaður, at hann ofraði partamann sín í Vágum fyri at ganga ultimativa kravi fólkafloksins á møti.
SPURNINGURIN nú er, um krav fólkafloksins eisini er ultimativt. Tað vilja komandi dagarnir vísa. Helst er talan um taktikk, sum víst á omanfyri. Tí tað er eingin meining í at skipa eitt landsstýri, ið skal fremja so stórar og álvarsliga broytingar, um ikki oddaflokkarnir hava størri álit hvør á øðrum. Tað skilst, at ein partur av fólkaflokkinum, her serliga vinnulívsfólk, sum altíð hava valt flokkin, eru á gosi um, at flokkurin fyri tað fyrsta letur seg draga so langt út á loysingaleið av tjóðveldisflokkinum haraftrat ætlar at lata tjóðveldisflokkinum fiskivinnumálini ella fíggjarmálini.
ER hetta so og hetta er orsøkin til nýggjasta kravið frá fólkafloksleiðsluni, so er lítið at byggja hesa samgonguna á. Hava fólkafloksmenn ikki álit á einum tjóðveldismanni sum fiskimálaráðharra ella fíggjarmálaráðharra, so hava hesir báðir flokkar í veruleikanum einki at samstarva um. Og hvat verri er, er, at ein samgonga, sum byggir á slíkt misálit innanhýsis, hon kann gerast Føroyum dýr. Tað er neyvan heldur nøkur loyna, at kreftirnar í fólkaflokkinum, sum vilja eina borgarliga samgongu, har Edmund og Jenis eru tilreiðar at lata alt um seg ganga, eru so mikið sterkar, at tær rætt og slætt vilja ikki góðtaka eina samgongu saman við tjóðveldinum. So fyrst at slúka eina samgongu saman við hesum ?sosialistiska? erkafíggindanum fyri síðani at skula slúka, at ?fíggindin? eisini fær so týðandi málsøki sum fíggjar- ella fiskivinnumál, er ein stórur biti at svølgja hjá tí stóra tigandi skaranum av fólkafloksfólki, sum inntil sunnudagin, tá Anfinn fór í útvarpið og royndi at sissa fólk, hevur tagt.
EFTIR okkara tykki hevði besti trumfurin á sjálvstýr-isleið verið samgonga við javnaðarflokkinum og tess sjálvstýrislóg. Hóast flokkurin kann lastast fyri, at hann ikki nóg greitt hevur meldað út, hvat hann í smálutum leggur í hesa lóg, so má kortini sigast, at útmeldingin hevur verið greið nokk, nevniliga hon, at Heimastýrislógin skal avtakast og vit skulu fáa eina heilt nýggja skipan, sum gongur rættiliga langt á sjálvstýrisleið. Tjóðveldisflokkurin telur bert góð 23% av veljarunum. Og tjóðveldisflokkurin veit fullvæl, at føroyingar fara ikki at taka undir við loysing á eini fólkaatkvøðu. Rætta leiðin til loysingina einaferð í næstu øld hevði verið sjálvstýrispolitikkur javnaðarfloksins. Tí slíkum hevði tú kunnað fingið meiriluta fyri við eina fólkaatkvøðu. Tað ringasta, sum kann henda, er, um tað eydnast høgrakreftunum í fólkaflokkinum at skipa eina superborgarliga samgongu, har fólkaflokkurin fær buktina og báðar endar. Hetta er nakað, sum javnaðarflokkurin má gera alt fyri at forða. Hvat enn hendur, so fer tíðin at vísa, at tað var skeivt at útihýsa einum av vinnarunum á valinum, tí flokkinum, sum yvirhálaði sjálvt fólkaflokkin í atkvøðum. Hetta fara bæði tjóðveldisflokkur og fólkaflokkur at sanna. Men tá kann verða ovseint. Val verður aftur um fýra ár.