Klokkan 19 verður fyrsta bríksl í Kragujevac í Serbia, har KÍ fer at spæla ímóti Radnicki 1923. Talan er um stóra avbjóðing. Bæði tí mótstøðuliðið verður roknað at vera umleið á sama støði sum SJK, sum KÍ síðsta hóskvøld vann seg víðari í Europa Conference League ímóti. Og eisini tí tað verður rættiliga heitt í kvøld.
Hitastigini eru omanfyri 30. Fleiri KÍ spælarar hava roynt seg í so nógvum hita og meiri enn tað. Tað var í 2019, tá ið KÍ í Europa League var á útivølli í Sveis ímóti Luzern. Tá vóru tað fleiri enn 36 hitastig. Tað var torført, men KÍ stóð seg væl, og KÍ spælararnir iðraðu seg um, at tað endaði við 1-0 tapi.
KÍ venjarin hevur sett sama liðið at spæla í kvøld, sum fyri viku síðani vann 2-0 á heimavølli ímóti SJK. Einasta broytingin er, at Sebastian Linnet John verður málverji. Síðsta hóskvøld varð hann skiftur inn í fyrra hálvleiki, tá ið Mark F. Jensen noyddist skaddur av vøllinum. Mark er ikki við í Serbia.
Fimm spælarar, sum vóru við í øllum hitanum í Luzern í 2019, eru framvegis á KÍ liðnum. Teir eru Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Patrik Johannesen, Jákup B. Andreasen og Páll A. Klettskarð.
Í kvøld er KÍ liðið mannað soleiðis: Sebastian Linnet John – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Gaston Tellechea, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Páll A. Klettskarð.