LOKSINS komu marknasamráðingarnar við bretar upp til politiska viðgerð.
TAÐ er Edmund Joensen, løgmaður, sum hevur heitt á Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra um at fáa marknamálið upp á politiskt støði. Við øðrum orðum biðjur løgmaður starvsfelaga sín í Danmark um at seta seg í samband við Tony Blair, forsætisráðharra í Bretlandi fyri at fáa hann at taka málið upp.
ÆTLANIN er so, at teir tríggir skulu hittast á fundi í London ella øðrum stað.
ÁHEITAN løgmans kemur eftir drúgvar samráðingar í fleiri ár, sum enn einki endaligt úrslit hava givið. Kortini er nógv broytt síðani bretar settu sítt fullkomiliga órealistiska og órímuliga krav fram fyri nøkrum árum síðani. Sambart hesum kravi skuldi markið ganga langt inn á føroyska landgrunnin. Hetta hava føroyingar fullkomiliga víst aftur. Og ikki fyrr enn í juli í ár hava bretar innsæð, at krav teirra kundi ikki vinna nakran sum helst frama. Tí komu teir við einum nýggjum uppskoti, sum føroyingar kortini ikki vildu tosa um. Harvið steðgaði málið upp og nú kemur so nýggjasta stigið í málinum.
ÁHUGAVERT kundi verið at vitað, um avgerð løgmans er nakað, sum okkara fólk í samráðingarnevndini taka fult undir við, ella um løgmaður ger hetta ímóti teirra ráðum! Vit halda tað vera rætt at fyritaka sær okkurt, so tá løgmaður ikki vil leggja nakað nýtt uppskot fram undir tingunum sum aftursvar til útspælið hjá bretum, tá er væl ikki nógv annað at gera enn at fara inn í eina politiska samráðing sum samtíðis er seinasti útvegurin áðrenn ein fer til dómstólin.
TAÐ verður áhugavert at síggja, hvat nýggja bretska arbeiðarastjórnin hevur at siga til málið. Um hon veruliga er sinnað at liva upp til setning sín undan valinum um , at Bretland ynskir at virða sínar grannar - skulu hesir somu grannar virða Bretland.
NÚ er at vóna, at bretar vísa sín góða vilja og ikki knúska og traðka á eina lítla tjóð. Heldur áttu teir at brúkt hetta høvið til at fingið góð viðurskifti við Føroyar við tí fyri eygað at bæði londini so avgjørt hava nógv at samvinna um bæði í sambandi við olju og aðra vinnu. Fyri ikki at tosa um mentanligar økið. Hví ikki í andanum á hesum samráðingum fáa í lag aftur eitt fast rutusamband millum londini, har bæði bretska stjórnin og landsstýrið saman við privatum í báðum londum eru við! Ja ein uppafturtøka av Skotlandssiglingina á einum heilt øðrum støði. Kanska hetta var vert at nevna, tá løgmaður fer til London.
VIT seta okkara álit til, at løgmaður og tey fólk, sum hann fer at hava við sær til London - um nakað verður burtur úr hesi ætlan - fara at vísa seg sum góð umboð fyri Føroya land. Hóast tað er farið, so ber eisini til at minna bretar á leiklut føroyinga undir seinna heimsbardaga. Hví ikki bjóða Blair til Føroya fyri tað!